Lýsing
Lýsing
Lýsing

Torraskráin fríggjadagin

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  20.02.2025 - 23:10 Mentan Tíðindi

Tað er nógv ymiskt á skrá, sum matstovurnar, Christianskirkjan við vøggusang, Spinnaríið við ull, Tinghúsið við nógvum lurum, listaframsýningar, Torratalv í Kafé Fríðu og frásøgnin um, tá ið Tobbi varð lagdur í hondjørn.

FRÍGGJADAGUR 21. FEBRUAR 2025

KL. 09.00 - 21.00 CAFÉ FRÍÐA

KL. 10.00                 CHRISTIANSKIRKJAN Vøggusangur v/Jóhannu Johannesen

KL. 10.00 - 16.00 SPINNARÍIÐ

Spinnaríið við Ánna vitjar á Torradøgunum í Klaksvík Spinnaríið við ánna, stovnað á sumri 2024, er fyrsta mikrospinnarí í Føroyum. Spinnaríið við Ánna er á Skeravegi 5 í Skopun, har føroysk ull, okkara gull úr vøkru nátturuni verður vaskað, karðað og spunnin til lekkurt serføroyskt tógv

KL. 10.00 - 16.00 SPINNARÍIÐ

LÆR AT SPINNA TÍN EGNA TRÁÐ Á LÍTLASTRÁ Guðrun Sundar Hansen, útbúgvin spinni- og vevilærari, hevur skeið í ullavirking í Spinnarínum Tilmelding: Senda boð við tínum navni og bústaði til gudrun.elttoer@ gmail.com Prísurin er 400 krónur um dagin

KL. 12.00 - 20.00 CAFÉ FRÍÐA

Hvønn dag í Torravikuni Serligur Torra-borðseðil – sí Frida.fo Eisini er annað mangt á borðseðlinum

KL. 11.30 - 15.00 ANGUS

OPIÐ KL. 20.00 selja tey kakur afturvið einum góðum drekkamunni Tú ert vælkomin at støkka inn á gólvið

KL. 13.00 - 17.30 BLÁI KROSSUR FØROYA Nólsoyar Pálsgøta 22 Klæðir kunnu latast inn allar dagar Vælkomin inn á gólvið

KL.13.00 – 17.00 DUGNI, TINGHÚSIÐ - KLAKSVÍKVEGUR 56 LISTAFRAMSÝNING Tað er Louisa Sivertsen, sum sýnir fram verk síni – ein søluframsýning Í samstarvi við Kondittarí Marietta selja tey kakur afturvið einum góðum drekkamunni Tú ert vælkomin at støkka inn á gólvið

KL. 14.00 – 16.00 VARPIÐ

- FOYERIN NORÐOYA LISTAFELAG SÝNIR FRAM LISTAVERK – í kjallaranum í Varpinum Ein afturlítandi framsýning við verkum hjá Norðoya Listafelag

KL. 15.00 – 20.00 GALLARÍ Á STONGUNUM

LISTAFRAMSÝNING VIÐ LYDIU Petersen og Jógvan K. Glerfoss Á Torradøgum og eftirfylgjandi dagarnar, 18. – 27. februar, verður listaframsýning í Gallarí Á Stongunum

KL. 16.00 VARPIÐ - EG SJÓLÍVIÐ VALDI, MEN...

Hetta er heitið á frásøgn, har Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommuna greiðir frá sjólívi sínum. Torbjørn fór á sjómansskúla, haðani hann tók skipsføraraprógv í 1981 saman við m.a. Hanus Hansen, Jákup Dion Frederiksen og Dánjal Klakk.

Árið eftir 3. juni í 1982, mátti hann sum skipari seta Norðvíking á land sunnarlaga í Grønlandi. Kom og hoyr hesa spennandi søgu, har Tobbi tá m.a. eisini var lagdur í hondjørn.

16.00 – 18.00: DRAGIN OPIÐ SKIP

UMBORÐ Á DRAGANUM Til ber at kunna seg um virksemið umborð á skúlaskipinum Kokkurin bjóðar kaffi

KL. 17.00 GALLARÍ Á STONGUNUM FYRILESTUR UM LISTAMANNIN HANS JACOB GLERFOSS, har dóttirin, Hansa Glerfoss greiðir frá um lívið og listina hjá pápanum. Vístar verða avmyndaðir málningar frá ymiskum tíðarskeiðum hjá Hans Jacob Glerfoss 17 sangarar verða somuleiðis við til at ríka løtuna við sangframførslum av yrkingum hjá listamanninum

KL. 17.00 - 22.00 ANGUS OPIÐ

Sí matskrá og bílegg borð Angus.fo – 457777 Serlig Torramatskrá – alla vikuna: Forrættur - royktur laksur ella tempura rækjur Høvuðsrættur - grillaður laksur frá Bakkafrosti Omaná - súreplaterta við softice og kaffi/te Alt hetta fyri einans kr. 300,-.

KL. 19.00 MIÐSTOVAN – NORÐOYA FORNMINNASAVN

BÁTUR OG FÓLK Jóan Pauli Joensen, professari greiðir frá tí týdningi, báturin hevur havt  fyri føroyingar og frá  tí, sum er knýtt at hesum serstaka mentanar arvi okkara. ”Bundin er bátleysur maður”, varð tikið til.

KL. 20.00 TORRATALV Á CAFÉ FRÍÐU KLAKSVÍKAR TALVFELAG skipar fyri einum hugnaligum kvøldi fyri Torra-telvarar - uttan ratingtal.

Avmarkað luttøka - tilmelding: tummasmartinsolsker@gmail.com

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…