Lýsing
Lýsing
Lýsing

Teknmálscafé í Aulini á Skúlatrøð í morgin

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  21.02.2025 - 22:00 Myndarøð Tíðindi

Millum annað fara sjómen við niðursettari hoyrn at siga frá teirra lívi umborð á skipi og eisini verður pallborðsfundur við evninum "Kunnu fólk við niðursettari hoyr verða sjófólk, hvat siga altjóða reglurnar?"

Í Aulini á Skúlatrøð – leygardagin 22. februar 2025

Skráin

11.00 – 11.30 Teknmálskaféin letur upp, og borgarstjórin í Klaksvík, Karl Haldorsson Johansen, heldur røðu.

11.00 – 15.00 Brunnurin og postarenning til børn byrjar.

11.00 – 15.00 Katinan opin, selur vafflur og drekka

11.00 – 15.00 Tónleikur - Absalon spælir og Unn syngur

12.00 – 13.00 Sjómenn við niðursettari hoyrn, m.a. skiparar, siga frá teirra lívi umborð á skipi og um Bláubók í sambandi við niðursetta hoyrn.

13.00 – 14.00 Pallborðsfundur: ”Kunnu fólk við niðursettari hoyrn verða sjófólk, hvat siga altjóða reglurnar”?

Beinta Løwe verður vertur og orðstýrari á pallborðsfundinum!

Luttakarar: Høgni Hoydal, landstýrismaður í vinnumálum, Margit Stórá, landstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum, Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttur, løgtingskvinna og Meiðfríð Hansen, forkvinna í Deyvafelagnum

14.30 – 15.00 Teknmálstulkar greiða frá arbeiði sínum.

15.00             Teknmálskafféin letur aftur.

Tað verður tikið upp á teknmáls-caféini, og journalistur fer at gera samrøðu við fólk. Um tit eru nøkur, sum ikki ynskja at verða spurd og filmað, kunnu tit geva journalistinum boð.

Ein kanning verður gjørd, sum skal vísa, um teknmál er vaksandi ella minkandi í Klaksvík. Meifríð Weihe Hansen ger saman við dønum og svium kanningina. Í kanningini verða øll sjálvandi anonym, og video-upptøkurnar verða beindar burtur.

Seinni kann samband verða tikið við nøkur tykkara umvegis teldupost ella telefon. Her verða tit spurd, um tykkara tilfar møguliga kann nýtast til heimasíðuna og líknandi hjá Deyvafelag Føroya.

Í Aulini á Skúlatrøð – leygardagin kl. 11.00 - 22. februar 2025

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…