Tobbi fyri fullsettum Varpi
Tað kom ikki minni enn ein stórur bussur úr Vágoynni at hoyra Torbjørn Jacobsen greiða frá um ferðir sínar á sjónum í síni tíð. Talan var um fólk frá Undirhúsinum har vesturi.
Tó at Torbjørn royndi at taka fyrivarni fyri framløgu sína, tí her vóru so nógvir faktatjekkarar, ið sótu á áhoyraraplássunum, sum høvdu verið drúgvari á sjónum enn hann, so lá væl fyri.
Eingin ivi var um, at Tobbi visti, hvar hann fleyt og greiddi ræði frá uppruna sínum á Marstal, eisini um abba og pápa sín, og um tíðina í Syðrugøtu har hann vaks upp fyrstu árini á ævi síni.
Um hvussu hann var uppdrigin av einum útróðrarbáti úr Lorvík, sum heilt víst skuldi verið lærdómurin hjá einhvørjum 15 ára gomlum drongi í Føroyum – at verið umborð á slíkum fartoyi og lært nakað um lívið, har einki sum helst luksus ella glæstritilvera var við skíggjanýtslu annað enn ekkolodd og radari.
Sum heilt ungur og eisini seinni hevði hann siglt úti í stóru verð saman við pápa sínum – tá við longum hári og stubba í kinnklovanum.
Hann vísti fram errin metbókina frá Sjómansskúlanum, ið hann fekk 18. des. 1981, sum tann besti í flokkinum.
Longu árið eftir, sum 26 ára gamal – á sumri í 1982 var hann sum skipari á Norðvíkingi, ið familjureiðaríið á Glyvrum átti, noyddur at seta skipið á land. Hetta fyri at bøta um tað, tí ísur í illveðri hevði gnagað hol á bakborðssíðu.
Norðvíkingur var tá í strandfarasigling í Grønlandi 1973 - 1983. Teir sigldu fyri Hin Kongaliga Grønlendska Handilin.
Tó at myndugleikarnir lovaðu bál og brand, tí hann hevði mist siglingarloyvið til skipið, sum var í rigum standi av ísinum, ”stjól” hann tað á nátt – Purraði manningina út klokkan fýra á morgni, segði hvat hann hevði í hyggju, og spurdi um teir vildu við, ella verða eftir.
Nei, allir vildu við. Teir fluttu bátin, sum lá uttaná teimum, har manningin lá og svav, ið annars skuldi umvæla Norðvíking. Tað kom ov lítið burturúr, tí varð henda avgeriðn tikin av tí unga skiparanum, Torbjørn Jacobsen.
Teir komu í keðiligt veður, men við varðsemi komu teir til Nuuk smá tvey døgn seinni. Har stóðu umframt ein fjøld av fólk, eisini eitt lið av politifólki, sum lupu umborð, áðrenn skiparin hevði fingið lagt skipið at.
Teir fonglaðust við hondjørn, sum skuldi leggjast á skiparin, men Torbjørn bað teir for hundan loyva sær at leggja skipið at áðrenn. At verða lagdur í hondjørn, áðrenn skipið var lagt trygt at kai, var í minsta lagi rættiliga oforsvarligt, helt hesin ungi skiparin fyri.
So til forhoyr, har hann onga verju hevði, og mátti minnast til alt tað, sum Sigurð Joensen ikki so langt framman undan hevði bankað í høvdið á Torbirni á Sjómansskúlanum.
Tað spældi bara væl av, tó at politiið meinti nakað annað:
”Thi kendes for ret: Tiltalte skibsfører, Torbjørn Jacobsen, Færøerne, idømmes en statskassen tilfaldende bøde stor kr. 3.000,-
Der tillægges den for tiltalte beskikkede bisidder Bjarne Petersen, Godthåb, et honorar stort kr. 600,-, udredes af det offentlige”.
Heldur mundi vera talan um eitt roysni, at bjarga bæði skip og manning. Men tá ið myndugleikarnir høvdu leikað so í, mátti helst tann minsta bótin takast av hyllini.
Ein frálíka ræðin, skemtilig og áhugaverd framløga í fullsetta Varpinum í dag við fólki úr øllum ættum. Sum sagt ein heilur bussur úr Vágoynni. Ógvuliga hugaligt!
Eisini var kaffi gott og prátið hareftir.