Lýsing
Lýsing
Lýsing

Magnus Rasmussen spyr um fyribyrgjan í sambandi við rúsevni og rúsevnismisnýtslu

SKRIVAÐ: Sambandsflokkurin  |  22.02.2025 - 00:52 Politikkur Tíðindaskriv

Seinastu tíðina er aftur og aftur at hoyra, at trupulleikin við rúsevnum bara veksur og veksur í samfelagnum, og at fleiri og fleiri misnýtarar eru og eisini fleiri og fleiri rúsevni.

 

 

 

 

 

 

  • Hvørji tilmæli úr Heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum eru sett í verk?
  • Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan fyri at gera nakað munagott fyri at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtsluni?
  • Hvussu er støðan á viðgerðarøkinum?
     

Viðmerkingar:

 

Í 2022 fekk táverandi løgmaður handaða Heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum árini 2022 til 2028.

Heildarætlanin innihelt 58 tilmæli, hvussu farast skal fram næstu árini.

Tilmælini eru ein fjølbroytt vifta av átøkum, sum øll hava til endamáls at viðvirka til at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtsluni í Føroyum.

Tilmælini eru bólkað soleiðis, at týðiliga sæst, hvør hevur ábyrgd av at fremja hvørt einstakt tilmæli; mettur kostnaður er eisini ásettur fyri hvørt einstakt tilmæli, og somuleiðis er tíðarætlan sett fyri hvørt einstakt tilmæli.

Tilmælini eru eisini sett upp í bólkar: Fyribyrging, trivnaður, foreldraleiklutur og foreldrasamstarv, tvørgeiraligt samstarv, viðgerð og eftirviðgerð, eftirlit og vitanargrundarlag – hagtøl, kanningar, skráseting og gransking.

Seinastu tíðina er aftur og aftur at hoyra, at trupulleikin við rúsevnum bara veksur og veksur í samfelagnum, og at fleiri og fleiri misnýtarar eru og eisini fleiri og fleiri rúsevni.

Ein sera, sera álvarslig støða og fyri at fáa betri ljós yvir støðuna og ætlan landsstýrissins á økinum verður hesin spurningur settur landsstýriskvinnuni.

 

Á Løgtingi, 20. februar 2025

Magnus Rasmussen

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…