Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar við at gerast eitt skrivstovuveldi?

SKRIVAÐ: Erhard Joensen  |  22.02.2025 - 14:33 Politikkur Tíðindaskriv

Vit mugu steðga á og grundleggjandi endurskoða okkara almennu skipanir, lóggávu og regulverk, soleiðis at vit sleppa undan ressourcuspilli

 

 

Seinastu árini hava lond sum USA og Kina havt eina stóra búskaparliga framgongd, meðan Europa er dragnað afturút. USA er nú væl frammanfyri Europa búskaparliga, og kinesiski búskapurin er nú líka stórur sum samlaði ES-búskapurin.

Spurningurin er so, hvør forkláringin er upp á hesa gongdina.

Ein høvuðsorsøk til hesa skeivu gongdina í Europa verður mett er, at Europa umvegis ES, hevur sett í verk eina ørgrynnu av lógum og reglum seinastu árini, sum eru við at køva og tarna nærmast øllum vinnuligum fyritakssemi, smátt sum stórt. Gróðarbotnurin fyri vinnuligum initiativum og fyritakssemi í ES er bara vorðið nógv verri enn í hinum nevndu londunum.

Føroyar eru eftir mínum tykki á veg í somu trupulleikar sum ES, og tað er ikki løgið, tí vit avrita í stóran mun ES-lóggávu, sum er ein treyt fyri at kunna samhandla og samstarva við ES-lond. Vit skulu hava lógir og reglur um nærmast alt - og tað bara heldur fram.

Spurningurin er tí, eru Føroyar blivnar eitt skrivstovuveldi?

Eg haldi ja - grundað á, at sambært Hagstovuni, eru 44% av arbeiðsfjøldini undir almennum ræði.

Vit politikarar eru lóggevarar og vit lóggeva sum ongantíð fyrr, og samfelagið er blivið meira og meira komplext, og krevur nógva umsiting og eftirlit.

Tá vit so halda fram við at seta í verk lógir og reglur, ja so gerst støðan bara verri - fleiri starvsfólk, sum kosta lutfalsliga nógv og rakstrarútreiðslurnar hjá tí almenna blæsast upp.

Vit mugu seta í verk átøk, og eitt nú ikki seta í verk lóggávu, uttan at tað er tvingandi neyðugt, og at hvørja ferð vit seta í verk nýggja lóg, at vit tryggja okkum, at vit minka mest møguligt um skyldurnar at umsita og hava eftirlit. Og ikki minst, at lóggávan er einføld og løtt at umsita og krevur minimalt av eftirliti og starvsfólkaorku.

Vit mugu steðga á og grundleggjandi endurskoða okkara almennu skipanir, lóggávu og regulverk, soleiðis at vit sleppa undan ressourcuspilli. Við hesari gongdini er eisini fólkaræðið og vælferðarsamfelagið í vanda við smálutastýring og eftirliti av øllum handa slagi.

Sjálvt ES innsær nú, at tey eru noydd til at saðla um og byrja at avbyrokratisera sínar skipanir.

 

Erhard Joensen

løgtingsmaður fyri Sambandslfokkin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torra Quiz í Kafé Fríðu
Vilji er sterkasti máttur
Gallaríið Á Stongunum ov lítið
Føroyar við at gerast eitt skrivstovuvel…
Beinleiðis frá Teknmálskafé­ini á Skúlatr…
Handilslívið skal hava góðar karmar
Torraskráin leygar­dagin
Magnus Rasmussen spyr um fyribyrgjan í s…
Tobbi fyri fullsettum Varpi
Epli og røtur av Sandi
Teknmálscafé í Aulini á Skúlatrøð í morg…
Torra-sjálvtøkuborð á TSK
Torrafyrilestur: Bátur og fólk
Eg sjólívið valdi, men...
Poul Sivar Olsen í Smæruni
Veðrið um vikuskiftið
Frálík Torrakafé við Viberg
Torradagar og munnbitar 
Arbeiði við Norðoya­tunnilin
Klárt at søkja Listaflog 2025