Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað var meir enn fullsett í hesu annars rúmligu hølum! | Mynd: Dávur Winther

Gallaríið Á Stongunum ov lítið

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  22.02.2025 - 14:49 Mentan Myndarøð Tíðindi

Seinnapartin í gjár var fyrilestur um listamannin Hans Jacob Glerfoss, har dóttir Hans Jacob, Hansa Glerfoss greiddi frá um lívið og listina hjá pápanum. Har var stúgvandi fult av fólki.

Hvør var Hans Jacob Glerfoss?

Á tiltakinum vórðu myndir vístar av avmyndaðum málningum frá ymiskum tíðarskeiðum, ið mynda listamannin og lív hansara. Harumframt varð víst á ymiskt útgivið tilfar, saman við óútgivnum tilfari, sum gav eina fjølbroytta mynd av skapandi virksemi hansara.

Eisini kom Hansa inn á tað heilt serliga tætta sambandið millum faðir og dóttir, har listin var málið og miðilin í samskiftinum teirra millum.

17 Sangarar ríkaðu løtuna við sangframførslum av yrkingum hjá listamanninum, har talan var um bæði eldri útgivið tilfar og nýtt óútgivið.

Ein serstakur møguleika at síggja, hoyra, uppliva og skilja listina hjá einum av okkara týdningarmiklastu listafólkum.

Men sum sagt frá, var meir enn fullsett í hesu annars rúmligu hølum!

Lydia Petersen og Jógvan K. Glerfoss í Gallarí Á Stongunum á Torradøgunum

Framsýningin er opin hesar tíðir:

Leygardag 22. feb. kl. 15.00 – 20.00

Sunnudag. 23. feb. - hósdag. 27. feb. kl. 15.00 – 18.00

Lydia Petersen

Lydia hevur verið sera virkin og hevur málað nógv tey seinastu mongu árini. Hon var fyrstu ferð við á framsýning á Norðoyastevnu í 1989 og síðani á hvørjum árið eftir hetta.

Fleiri sjálvstøðugar framsýningar hevur hon havt ymsastaðni í Føroyum.

Hennara málningar eru litríkir og glaðir. Hon er sera fjølbroytt og málar litrík skeiv hús, abstrakt, stuttligar dámymyndir, og sjálvandi Klaksvíksmyndir.

Jógvan Kristiansson Glerfoss

Jógvan varð føddur í 1967. Hann býr í Hoyvík við unnustu síni og eiga tey trý børn.

Jógvan er útbúgvin teldufrøðingur við hjágrein í films- og miðlavísund av Universitetinum í Keypmannahavn (KU).

Jógvan er eldhugaður og virkin persónur. M.a. er hann stjóri í KT-fyritøkuni Klintra, virkin rennari og venjari í frælsum ítrótti á 17. ári, valdur til ítróttafyrimynd í 2022, dámar væl at lesa fagrar bókmentir og er íðin sílafiskari við flugutráðu í hond.

Síðstu árini hevur hann eisini av álvara gjørt um seg sum listamálari. List, bátasmíð, handverk og serliga listamáling, hevur verið natúrligur partur av uppvøkstrinum hjá Jógvani. Hann teknaði og málaði nakað í ungdómsárunum, og í 2020 valdi hann at taka hetta upp aftur. Síðani hevur hann havt 8 einstaklinga framsýningar.

Mongu og góðu barnaminni Jógvans frá Mikladali eru ein støðug kelda til íblástur. Somuleiðis eru túrarnir við flugufisking tað, tá ið Jógvan saman við góðum vinum tekur ein steðg frá gerandisdegnum og savnar seg um nú’ið.

Málningalistin tekur Jógvan til ein hugtakandi dreymakendan heim, har hann sigur søgur sínar. Afturgangandi evni í list hansara eru menniskju, sambond millum menniskju og verur í ymsum hamum og í skiftandi tíðarskeiðum í lívinum.

Gallaríið Á Stongunum er sanniliga eina vitjan vert!

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…