Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroya bestu vørumerki verða kosin fríggjadagin

SKRIVAÐ: brandr.fo  |  24.02.2025 - 09:38 Tíðindi Vinna

Føroya bestu vørumerki verða avdúkað á einum heiðurstiltaki Við Tjarnir fríggjadagin 28. februar og fimtan føroyskar fyritøkur eru tilnevndar.

 

 

Tilnevndu vørumerkini eru útvald millum fleiri enn 650 vørumerki, ið eru skotin upp av eini fakligari dómsnevnd og føroyska almenninginum. Við kanningum og gjøllari viðgerð av tilnevndu vørumerkjunum verða teir tríggir vinnararnir nú kosnir og heiðraðir.

Talan er um fimtan sera fjølbroytt vørumerki innan so at siga allar vinnugreinar. Føroya bestu vørumerki vera kosin í trimum bólkum og tey tilnevndu eru:

Einstaklingamarknaður við 24 ella færri starvsfólkum:

  • OY
  • Guðrun & Guðrun
  • BreyðvirkiðFjord
  • Faer Isles Distillery

Einstaklingamarknaður við 25 ella fleiri starvsfólkum:

  • Atlantic Airways
  • Føroya Tele
  • Smyril Line
  • Krás
  • Nema

Fyritøkumarknaður:

  • GroAqua
  • Bakkafrost
  • Articon
  • Framskák
  • Mest


Tað er brandr Føroyar ið skipar fyri tiltakinum, sum umframt at heiðrað tey bestu føroysku vørumerkini hevur til endamáls, at skapa tilvitan um týdningin av branding og geva føroyskum fyritøkum betri grundarlag at styrkja síni vørumerki og harvið sítt kappingarføri, atdráttarmergi sum arbeiðspláss og í síðsta enda sítt marknaðarvirði. Tað verður landsstýrismaðurin í vinnumálum, ið setur tiltakið og á skránni verða útlendskir og føroyskir fyrilestrar og kjak.


Sí meira um skránna her: https://www.brandr.fo/fbv24

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…