Lýsing
Lýsing
Lýsing

HR í Føroyum hevur aðalfund

SKRIVAÐ: HR í Føroyum  |  25.02.2025 - 22:49 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Vit skulu boða frá, at ársins aðalfundur verður 26. februar 2025 kl 09 - 12 á Hotel Brandan.

 

Skrá verður sambært viðtøkunum. Vit byrja við lekkrum morgunmati og síðani hava vit ein spennandi fyrilestur um, hvussu vit kunnu nýta Vitlíki í HR.

Seinastu tíðina hava vit hoyrt nógv um Vitlíki. Men, hvussu kunnu vit nýta Vitlíki í okkara dagliga arbeiði við HR? Hendan spurningin hava vit sett okkum til komandi aðalfund.

Tóri Slættalíð, Námslektari í kt-didaktikki og støddfrøði á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetur Føroya, kemur at greiða okkum nærri frá hesum. Umframt royndir og undirvísing í Vitlíki, er Tóri útbúgvin innan Cand.it - it, læring og organisatorisk omstilling.

Fyrilesturin kann býtast í tríggjar partar. Fyrst verður stutt hugt eftir, hvat vitlíki er og hvussu tað verður brúkt í ymiskum samanhangum. Síðani verður greitt frá, hvussu atgongd fæst til mest nýttu vitlíkis-kjattbottarnar, og hvørjir fyrimunir og vansar eru við teimum.

Eftir hetta verður hugt nærri eftir, hvussu vitlíki kann loysa ítøkiligar uppgávur, sum eru viðkomandi í HR-høpi.
Endamálið við fyrilestrinum er at geva íblástur til, hvussu vitlíki ítøkiliga kann brúkast til arbeiðsuppgávur, sum eru viðkomandi fyri okkum, sum arbeiða við HR. Høvi verður eisini at seta Tóra spurningar.

Á aðalfundinum verður eisini eitt áhugavert upplegg, har ALS kemur at greiða frá sínum tænastum mótvegis arbeiðsgevarum og hvønn týdning tað hevur, at seta seg í samband við ALS tá t.d. uppsagnir av starvsfólkum fyrikoma.

Umframt hetta verður val av nevndarlimum. Fýra limir standa fyri vali. Tey eru Rasmus, Sonny, Guðrun og Beinta. Rasmus og Sonny ynskja at halda fram, meðan Guðrun og Beinta takka fyri seg. Tvey nýggj uppskot til nevndina eru komin og tey eru Rannvá Justinussen og Hanna Nónstein. Mál at leggja fyri aðalfundin, her uppi í onnur møgulig uppskot til nevndarlim, skulu vera nevndini í hendi 2 vikur áðrenn aðalfundin. Kunning um innkomin mál verður send limunum í seinasta lagi 1 viku fyri aðalfundin.

Vit gleða okkum at síggja tykkum til ársins aðalfund.

Møtið fjølment.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nývaldu kirkju­ráð­ini virkin
Christopher á Tórsfest 2026
Vikuskráin frá Norðoya Kunningar­stovu
Latið pensjónistar­nar hava frið         …
Undirhúsið fekk klokku
Ávegis, men í skeiva ætt
Veðrið um vikuskiftið
Einar´s Single Malt Whisky - Tóra Sigmun…
Lockheed Martin veitir loftávaringarrada…
Myndarøð: Jólahald hjá KBI
Nú er jólatíð
Mimmy: - Lítla Brekka var eitt paradís
Hetta er politisk vandalisma!
Brúdleyp - Kristina og Osvald
Hjálparvenja­rin hjá KÍ heldur fram
Jólakafé á Skúlatrøð
Jóla­konsert við Silvitni í Mikladals kir…
Jólatræ í Emmaus
Gadus siglir heim
Móttøka og jólahald hjá KBI í dag