Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Jóhanna Thomsen

Kvinnulandsliðið vann á Gibraltar

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  26.02.2025 - 10:19 Ítrottur Tíðindi

Átta KÍ-leikarar vóru við frá byrjan á Gibraltar.

FSF skrivar:

Við máli frá Heidi Sevdal miðskeiðis í øðrum hálvleiki, vann føroyska kvinnulandsliðið týskvøldið ein uppibornan 1-0 sigur á Gibraltar

Føroysku kvinnurnar livdi upp til favoritleiklutin, tá tær týskvøldið vunnu ein tepran, men eisini tryggan og uppibornan 1-0 sigur á Gibraltar. Einsamalla málið á Europa Point Stadion skoraði Heidi Sevdal tá tjúgu minuttir vóru eftir at spæla.

Jensa Tórolvsdóttir vann bóltin á hálvuni hjá Gibraltar, og dygst uttan fyri brotsteigarmarkið spældu hon NSÍ framherjan leysan, sum einsamøll móti málverjanum setti bóltin trygt í netið.

Sæð yvir allar 90 minuttirnar var føroyska liðið betri, og sigurin kundi saktans verið størri. Men fyrst og fremst ráddi um at fáa tey trý stigini á kontoina, og nú øll londini í bólkinum hava spælt tveir dystir er Slovakia fremst við seks stigum, Moldova og Føroyar hava trý stig, meðan Gibraltar enn einki stig hevur fingið.

Næsta umfar í UEFA Nations League hjá kvinnum verður spælt 4. og 8. apríl. Týsdagin 4. apríl klokkan 17:00 spæla Føroyar og Moldova á Tórsvølli, og fýra dagar seinni, týsdagin 8. apríl, somuleiðis klokkan 17:00, kemur Gibraltar á vitjan í Føroyum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…