Lýsing
Lýsing
Lýsing

Starvsløn og Íverksetanarstudningur 2025

SKRIVAÐ: Mentanargrunnur Landsins  |  26.02.2025 - 11:24 Mentan Tíðindaskriv

Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur gjørt av at lata starvsløn og íverksetanarstudning til listaligt og mentanarligt arbeiði fyri 2025.

 

Starvsløn varð latin

  • Tróndi Bogason Hansen, tónaskaldi í 12 mánaðir
  • Kim Simonsen, rithøvundi í 6 mánaðir

Harumframt fingu 42 umsøkjarar starvsløn í ávíkavíst 1, 2, 3, 4 og 5 mánaðir.

Nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar eftir ásetingunum í kunngerð nr. 109 frá 21. september 2000 um Mentanargrunn Landsins, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 6. januar 2025, ið hevur til endamáls at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.

Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í Løgtingslóg nr. 84 frá 17. mai 2000 um Mentanargrunn Landsins, og sum eftir nevndarinnar meting er av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum.

Grunnurin fekk í alt 94 umsóknir, og søkt varð um starvsløn fyri slakar DKK 32 mió. Av hesum vóru 44 umsóknir játtaðar. Latnar vóru 101 mánaðarlønir tilsamans fyri DKK 4,1 mió.

Endamálið við íverksetanarstudningi er at stuðla einstaka skapandi yrkislistafólkinum, serliga ungum listafólki. Íverksetanarstudningurin skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listararbeiði. Stuðulin verður latin eftir nevndarinnar meting av listarligum dygdareyðkennum.

Umsøkjararnir til íverksetanarstudning vóru 19 í tali, og nevndin gjørdi av at lata hesum 4 íverksetanarstudning fyri tilsamans DKK 300.000:
  

  • Beinir Bergsson (bókmentir)
  • Mariann Hansen (leiklist)
  • Alda Mohr Eyðunardóttir (myndlist)
  • Simona Eivinnsdóttir (tónlist)

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Býráðsskráin 27. februar
Steintór umhugsar at stevna Kringvarpið
Andras Sólstein um fastalávintssiðir
Samrøða við Karl Jacob Ósá Eliasen
Samrøða við Jóhanna á Tjaldrafløtti
Er hetta læran á Setrinum?
Kommunu­stjó­rin sagt upp
Dennis Holm hevði ikki lógarheimild
Sethúsaprísirnir hækkaðu nærum 10% í…
Karl Jacob og Jóhanna vitja Norðlýsið
Hornaskýlið er reist
Starvsløn og Íverksetanarstudn­ingur 2025
Ólavur VN 138
Tónar í list á Norð­urbryggjuni
SKIFT – nýggj ognarmeklarafyritøka á før…
Jóhanna Petersen í Saltnesi verður 100 á…
Kvinnulands­liðið vann á Gibraltar
Hugni hevur aðalfund
“Løn í Himli” - møti í Betesda í kvøld
Grannar í Purkugerði vunnu DM-gull