Virkisleiðari: Vanlig starvsfólk verða rakt av uppskotinum
Virkisleiðarin á Pelagos sigur, at øll lond uttan Føroyar royna at varðveita sum mest av arbeiðsplássum í landinum, og tí er tað at ganga ímóti restini av heiminum at økja um prosenttalið av fiski, sum kann landast uttanlanda. – ”Eg heiti staðiliga á politikararnar um at seta talið 25% niður á 0%”, sigur Fríðin Ziskason, virkisleiðari á Pelagos.
Í sínum broytingaruppskoti til sjófeingislógina skjýtur Dennis Holm, fiskimálaráðharri, upp fyri Løgtinginum at samtykkja, at parturin av fiski, ið kann landast uttanlanda, í mesta lagi kann vera 25%. Upprunaliga ætlaði hann at seta hetta talið til 50%. Norðlýsið hevur gjørt samrøðu við virkisleiðaran á Pelagos, Fríðin Ziskason, um, hvat tey á Pelagos halda um talið 25%.
Fríðin Ziskason sigur: – ”Eg haldi ikki, at tað er í ordan. Tað gongur beint ímóti øllum logikki, og ímóti øllum tí, sum fer fram í londunum rundan um okkum. Onnur lond vilja gjarna, at so nógv av ríkidømi landsins, sum til ber, verður framleitt á ein hátt, sum er arbeiðsskapandi og gevur virðisøking í landinum sjálvum. Hetta uppskotið við, at 25% fara at skula kunna landast uttanlanda, er ikki reelt. Í løtuni er ein galdandi avtala við Norra um, at møguligt er at selja 50% av kvotuni á uppboðssøluni í Noregi, og hon verður altíð bjóðað út í øðrum londum”. Hann heldur fram:
– ”Hesi 25%’ini koma oman á tað. Tað fer at gera, at til fer at bera at landa 75% uttanlanda. Og við teimum kvotatølunum, sum eru í ár, ger tað, at tað kanska bara eru 20.000 tons av fiski, sum kunnu enda í Føroyum, og tað er alt, alt ov lítið til yvirhøvur at kunna geva starvsfólkunum nokk av arbeiði. Tí haldi eg, at hetta er púra burturvið. Øll onnur lond fara beint øvutan veg.”, sigur Fríðin, og vísir á Bretland sum dømi:
– ”Bretar fara at skula landa minst 85% í Bretlandi eftir at hava kunnað landað 50% uttanlands. Allur heimurin er um at finna út av, at tað gevur trupulleikar at flyta arbeiðspláss úr landinum, meðan Føroyar fara tann øvuta vegin, ímóti rákinum í restini av heiminum. Í verandi støðu eitur tað 15%, men í praksis er tað 65%, og tey 15%’ini áttu at verið sett niður á 0%”, sigur virkisleiðarin á Pelagos, sum heldur ikki gevur nógv fyri argumentið um vantandi kappingarføri:
– ”Gott nokk eru vit nakað aftanfyri í kappingarføri, men tað er vegna staðsetingina og tollforðingar. Norðmenn kunnu selja sín fisk til Asia uttan toll, og senda tí risastór fraktskip avstað, meðan vit mugu betala 20% í tolli, og vit avskipa eina einsamalla bingju. Landsstýrið skuldi heldur roynt at fingið somu avtalu sum norðmenn”.
Um avleiðingarnar, um uppskotið verður samtykt, sigur hann: – ”Konsekvensirnar, sum eg vænti fyri pelagisku vinnuna í Føroyum av tí, verða, at tað verður ov lítið arbeiði til starvsfólkini í hesi vinnuni. Fyrilit eru als ikki tikin fyri menniskjaliga aspektinum í hesum uppskotinum, og eg skilji ikki ordiliga, at vit ikki eru tikin við uppá ráð, ella at fakfeløgini ikki eru farin upp á bakbeinini av hesum enn, tí hetta fer at fáa katastrofalar fylgjur”, sigur Fríðin, og leggur dent á, at hann ikki hugsar um restina av uppskotinum, bara um menniskjuni, ið verða rakt, og vísir á roknidømi:
– ”Í Føroyum er tað soleiðis, at vit plaga at siga, at ein ársúrtøka í tímum er 1.673-1.676 tímar. Tað er tað, sum 1 fólk plagar at arbeiða um árið. Um tú sum verkafólk í pelagisku vinnuni skalt arbeiða 1.675 tímar fyri at hava eina líkinda inntøku, so skulu nøkur tons til av fiski, og tí mugu vit hava rávøru til, at tey kunnu koma upp á hetta tímatalið og harvið fáa eina løn, sum tað ber til at liva av”.
Tilmælið frá Fríðini Ziskason, virkisleiðara á Pelagos, er í fyrra lagi at seta galdandi tal upp á 15% niður á 0%. Og í øðrum lagi er tilmælið frá Fríðini, at: ”Koyr uppskotið í skrell”.