Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vónbjørt Vang | Mynd: Finnur Justinussen

Klaksvíkingur tilnevnd til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.02.2025 - 10:46 Mentan Tíðindi

Av teimum 14 verkunum, sum eru nominerað til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, er eitt føroyskt. Tað er Vónbjørt Vang úr Klaksvík, sum er tilmæld fyri verkið Svørt Orkidé, sum er yrkingasavn, sum forlagið Eksil hevur givið út í 2023. 

 

 

2 danir eru nomineraðir; Madame Nielsen fyri Dødebogsblade, ið er ein dagbókaskaldsøga, og Thomas Boberg fyri ”Insula”, ið er ein skaldsøga. Úr Finlandi eru somuleiðis 2 nominerað; Anu Kaaja fyri skaldsøguna ”Rusetti” og Milja Sarkola fyri skaldsøguna, sum á donskum eitur ”Min psykiater”. Ein einstakur grønlendingur er nomineraður. Tað er Lisathe Møller fyri skaldsøguna ”Qaamarngup taartullu akisugunneri”. Úr Álandi er Carina Karlsson nominerað fyri yrkingasavnið ”Marconirummet”.

Úr Íslandi koma 2 nominerað: Eiríkur Örn Norðdahl fyri skaldsøguna Náttúrulögmálin og Þórdís Helgadóttir fyri skaldsøguna Armeló. Úr Noregi eru somuleiðis 2 tilnevnd: Johan Harstad fyri skaldsøguna ”Under brosteinen, stranden!” og Arne Lygre fyri sjónleikin ”I vårt sted”. Sviar hava 2 umboð á tilnevningarlistanum. Tey eru Lotta Lotass fyri yrkingasavnið ”Rubicon” og Andrzej fyri skaldsøguna ”Händelseboken”. Og úr Sámalandi kemur eisini ein nominering: Jalvvi Niillas Holmberg fyri skaldsøguna ”Goatnelle”.

Vinnarin verður kunngjørd/ur tann 21. oktober, og vinnarin fær virðislønina í Stockholm tann 28. oktober. Við heiðrinum fylgja eisini 300.000 (danskar) krónur.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…