Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Jógvan Horn

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  28.02.2025 - 16:27 Tíðindi Veðrið

Veðrið í vikuskiftinum fer at vera ávirka av, at tvey lágtrýst fara norður ígjøgnum Grønlandsfjørðin, og brúgvaløg haðani fara at leggja leiðina framvið her hjá okkum.

Ættin fer at liggja um útsynning, við onkrum avstingara niður í sunnan ella upp í vestan. Ikki lítil vindur, men tó ikki illveður – tó at  tað fer at kennast eitt sindur ilsligt viðhvørt.

Vit taka tað úr einum enda:

Hann liggur nú seinnapartin um sunnan, frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, í kvøld stundum upp í skrið, 18 m/s, og tað er skýggjað og ælaveður, í kvøld regn. Seint í kvøld heldur minni vindur eitt skiftið, frískur vindur til strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Í nátt veksur hann upp í frískan vind upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, stundum upp í skrið, 18 m/s, við skiftandi skýlofti og ælaveðri, kanska eisini við vátakava. Hitin millum 4 og 8 stig.

Váttligt í morgin, tó ikki alla tíðina. Fyrrapartin er strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, við skiftandi skýlofti og ælaveðri, kanska við vátakava. Út á seinnapartin minkar hann til frískan vind upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, tó í støðum skrið, 18 m/s. Um náttina er frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og bert okkurt ælið. Hitin millum 4 og 9 stig.

Eisini vátt sunnudagin. Vit fara at fáa ein strúk í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, loftið skýggjað, og tað regnar. Seinnapartin gongur hann upp í vestan og minkar vindurin niður í eitt frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, skýloftið skiftandi og ælaveður. Sunnukvøldið frískur vindur til hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, men um náttina upp í skrið, 20 m/s. Vit skulu rokna við skiftandi skýlofti og ælaveðri, sum frálíður eisini við vátakava. Hitin millum 4 og 9 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Christopher á Tórsfest 2026
Vikuskráin frá Norðoya Kunningar­stovu
Latið pensjónistar­nar hava frið         …
Undirhúsið fekk klokku
Ávegis, men í skeiva ætt
Veðrið um vikuskiftið
Einar´s Single Malt Whisky - Tóra Sigmun…
Lockheed Martin veitir loftávaringarrada…
Myndarøð: Jólahald hjá KBI
Nú er jólatíð
Mimmy: - Lítla Brekka var eitt paradís
Hetta er politisk vandalisma!
Brúdleyp - Kristina og Osvald
Hjálparvenja­rin hjá KÍ heldur fram
Jólakafé á Skúlatrøð
Jóla­konsert við Silvitni í Mikladals kir…
Jólatræ í Emmaus
Gadus siglir heim
Móttøka og jólahald hjá KBI í dag
Skálafjarðar læknadømi