Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tjóðveldi hevur í løtuni 3 landsstýrissessir, men bert hesi bæði landsstýrisfólkini. Nú verður farið í gongd við at manna triðja sessin | Mynd: Tjóðveldi

Soleiðis velur Tjóðveldi landsstýrisfólk

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.02.2025 - 17:15 Politikkur Tíðindi

Nú Tjóðveldi leitar eftir nýggjum landsstýrisfólki fyri flokkin, hava vit hugt at samtyktum og mannagongdum floksins í hesum viðurskiftum.

 

 

Formliga er tað løgmaður, ið setir landsstýrisfólk í starv og loysir tey úr starvi. Men í praksis fáa flokkarnir í samgongu eitt ávíst tal av landsstýrissessum, sum flokkarnir sjálvir fylla. Í Tjóðveldi eru mannagongdar um val av landsstýrisfólki skrivaðar í §§32-33 í skipan floksins.

Herí stendur, at tað eru 1) aðalstjórn floksins, og 2) tingbólkur floksins, sum í felag viðgera týðandi politiskar avgerðir, herundir tilnevning av landsstýrisfólkum. Aðalstjórnin hevur 13 limir, eitt tilnevnt av hvørjum av teimum 7 økisfeløgunum, eitt tilnevnt av Unga Tjóðveldi, 4 tilnevnd av flokstinginum og eitt tilnevnt av tingbólkinum. Tingbólkur floksins er tey 6 løgtingsfólkini hjá flokkinum.

Aðalstjórnin og tingbólkurin gera síðani tilmæli um landsstýrisfólkaevni í felag til tingbólkin at taka endaliga avgerð um við atkvøðugreiðslu. Er ein meiriluti av tingbólkinum samdur um eitt landsstýrisfólk, verður tann persónurin landsstýrisfólk floksins. Er ikki meiriluti fyri einum landsstýrisevni í tingbólkinum, verður tað forkvinnan, ið tekur endaligu avgerðina, stendur í stk. 2 til §33.

Hetta merkir í verandi støðu, nú Tjóðveldi hevur 6 tingfólk, at eitt landsstýrisfólk skal, eftir at verða skotið upp av aðalstjórnini og tingbólkinum, hava í minsta lagi 4 av tingfólkum floksins aftan fyri seg. Hevur ongin tað, kann Sirið Stenberg sum floksforkvinna skera ígjøgnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…