Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lyon Hansen – Betri enn nakrantíð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.03.2025 - 09:45 Mentan Tíðindi

Vit hava kent og dyrkað hann leingi, Lyon Hansen. Hann skrivar ótrúliga góð løg, spælir væl gittara og dugir sera væl at bera seg fram á palli. Við eini granskandi tilgongd hevur hann grivið runt í gomlum amerikonskum sangskattum og ljóðupptøkum. Hann skilur upprunan av hesum tónleiki og megnar at gera hann til sín egna – og so greiðir hann skemtiliga frá, á eini konsert, at hann ongantíð hevur verið í Amerika, og mann hugsar, at fer hann nakrantíð, tá missir hann kanska tann gandin, sum umgirðir alt hansara huglag.

 

 


Tíbetur hevur hann enn ikki verið í statunum. Tvørtur ímóti, so hevur hann tappað inn í tann føroyska sangskattin, og hevur til seinastu konsertirnar við sínum nýggju føroysku løgum givið eina ábending um, at hann kanska hevur gjørt sín besta tónleik nakrantíð. Kom og hoyr ein av okkara allarbestu føroysku listafólkum, tá ið Lyon Hansen kemur at framføra á G! 2025.

Vanliga avdúka vit hvønn týsdag eitt navn á umfatandi skránni fyri G! 2025, men hesa vikuna er Spæl Føroyskt vika, tí práta vit bert um føroysk nøvn og avdúka hvønn dag í vikuni enn eitt frálíkt føroyskt navn. Gleð teg at uppliva Hall Joensen, Marius DC, Beinir, Benjamin Rajani, Gretu Svabo, Jóannes Joensen / Bass Elvis, GØ, jazzygold, Lyon Hansen og nógv onnur. 

G! verður dagarnar 17.-19. juli í ár. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…