Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein dagur hjá húsavørðunum

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  03.03.2025 - 08:35 Myndarøð Tíðindi

Kemur tú inn á Skúlatrøð ein skúladag fyrrapart, so gongur ikki long tíð til tú merkir, at her eru nógvar hendur í gongd.

 

Umframt lærarar, námsfrøðingar og leiðslu, sum møta áðrenn kl. 8 og hava beinleiðis við næmingarnar at gera, so arbeiða eisini aðrir starvsbólkar her, sum eru við til at skapa innihaldið í skúladegnum.

Klokkan 08.00 hava húsavørðirnir longu verið til arbeiðis eina góða løtu, tí nógv er at gera og hava klárt til dagsbyrjan í einum stórum bygningi, ið hýsir omanfyri 800 vaksnum og børnum hvønn einasta dag.

Umframt bygningin á Skúlatrøð og útiøkið, so hava húsavørðirnir eisini umsjón við bygningunum hjá Valskúlanum, Musikskúlanum, Tannrøktini og Skúlanum í Árnafirði.

Inni í kaffistovuni/uppihaldsrúminum hjá húsavørðunum er ein røð av telduskermum. Skermarnir vísa hitaskipanina yvir allan skúlan. Her sært tú eisini nakrar gular lepar, við áminningum um, hvat teir skulu gera og minnast til – alt frá at skifta eina peru til at heingja eina hill upp. Vit á Skúlatrøð vita, at uttan húsavørðir, hevði verið trupult at fingið dagin at koyrt smidliga, so vit fara at forvitnast og fylgja teimum, so vit fáa eina mynd av, hvussu ein arbeiðsdagur hjá húsavørðunum sær út.

Tað eru tríggir húsavørðir, sum arbeiða á Skúlatrøð, Birgir Joensen, Frits Trøjgaard Nielsen og Hanus Lind Sørensen. Tann fyrsti kemur til arbeiðis kl. 7 á morgni, tann næsti kemur kl. 7:30 og tann triði kemur kl. 8:00, og so eru teir í gongd líka inntil klokkan er 16:00 seinnapartin. Umframt arbeiðið, sum hevur við skúlagongdina at gera, so eru teir eisini bundnir, tá onnur almenn tiltøk eru á skúlanum.

Tær dagligar uppgávurnar eru nógvar, so sum at opna á morgni, gera kaffi, tøma ruskíløt, fylla vatnautomatirnar, taka ímóti skúlamjólkini, seta hana í køl og fylla í mjólkabakkarnar hjá flokkunum, fylgja við hitaskipanini og luftskiftisskipanini og annars at viðlíkahalda og hava umsjón við øllum, stórum sum smáum. Afturat hesum eru nógvar áheitanir frá starvsfólkunum, sum hava brúk fyri einari hjálpandi hond.  Hetta eru uppgávur av ymiskum slagi, so sum at skifta onkra peru, skrúva hillar upp, bera borð og mangt annað.

Til aðrar uppgávur er tað árskalendarin hjá skúlanum, sum setir ein stóran part av dagsskránni hjá húsavørðunum.

Nú eru várroyndirnar á skránni. Várroyndirnar hjá 9. flokki verða hildnar í fimleikarhallunum, og tá skulu borð og stólar setast upp til allar næmingar. Tá royndin er liðug, skal alt takast burturaftur og hallirnar ruddast.

Í komandi viku verður kvæðadagur, tunnusláing og pottasláing, og eisini her eru tað húsavørðirnir, sum eru við at rigga til og lata okkum tunnur og pottar og eisini gassar at sláa við. Og tá ruddingardagur er, so skipa teir eisini fyri handskum og posum til hvønn flokk.

Tá rennidagur er og 10. flokkur skipar fyri upphiting á vøllinum, er tað ljóðútgerðin, sum skal flytast yvir við bili og setast upp.

Tá fundir eru, har øll starvsfólkini møta, eru stólar, sum skulu setast upp og ruddast avaftur eftir fundin.

Skúlin hevur eisini merkisdagar, har nógv fyrireiking liggur á húsavørðunum. Hetta kann vera próvhandan, fyrsti skúladagur hjá 1.flokki, innskriving og fráfaringarløtur, har nógv skal setast upp og gerast klárt. Her skulu stólar og borð setast fram, útiøkið vera reint, ruddiligt og innbjóðandi, og onkuntíð skal Merkið eisini upp. Tað kemur eisini fyri, at húsavørðirnir hava eina hond við í ljóðtøknini, tá hon skal brúkast.  Aftaná skal alt ruddast av aftur.

Tá desembur nærkast, er tað jólaprýðið, sum skal heingjast upp, og her eru tað stjørnur í vindeyguni og jólatrøini, sum skulu pyntast. Eisini verða kalendaraljósini frá 1-24 sett í vindeyguni í skúlastovunum, og til alt hetta prýðið skal streymur setast til. Til hetta skulu leidningar, forleingjarar og eisini langir stigar brúkast.

Nakrar ferðir um árið verða lagurgoymslurnar til reingerð og pappír fyltar, og tá er nógv at fáa upp á pláss.

Umframt allar hesar uppgávurnar, eru størri og smærri uppgávur, sum húsavørðirnir gleðiliga gera. Teir eru altíð góðir at heita á, eru altíð blíðir og gera alt við einum smíli.
Tað kemur eisini fyri, at næmingar fara til húsavørðin at biðja um hjálp. Tað kann vera fyri at fáa ein bólt aftur, sum er endaður uppiá onkrastaðni, at fáa luft í ein bólt ella okkurt heilt annað, uppgávurnar kunnu vera nógvar. Og her eru teir altíð fúsir at hjálpa.

Tað skerst ikki burtur, at ein húsavørður, sum arbeiðir ímillum nógv børn og ger handaligt og sjónligt arbeiði, er ein hetja og fyrimynd, sum børnini kunnu spegla sær í. Og hetta hevur stóran týdning og ávirkan á nógv børn. Tað er gott.

Vit, sum starvast á Skúlatrøð og javnan hava tørv á eini hjálpandi hond frá skúlavørðunum, vit merkja og njóta veruliga gott av dagliga arbeiðnum, sum teir gera. Vit eru ómetaliga takksom og vilja við hesi greinini eisini siga teimum takk fyri alt, sum teir gera á staðnum.

Tit eru gull verdir og uttan tykkum koyrdi maskinaríið á Skúlatrøð ikki.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Luitjen aftur NM-silvur
Komið øll við á Djúpumýru
Veðrið í vikuni
Aðalfundur Føroya Lærara­felags
Norðlýsið á gøtuni
Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur a…
Annika Biskopstø virkandi borgar­stjóri
Kvinnudagur í Varpinum 8. Mars!
Fiskaklettur hevði góð 19.000 pund
Christian í Grótinum sett met í Fuglafir…
Ein dagur hjá húsavørðunum
Tøkk - Karla Óluva Fríðborg Johannesen
Team Klaksvík fekk fyrsta stigið hetta k…
Kvinnur­nar endurvunnu stórsteypið
Norðoya Bjargingar­felag hevur aðalfund
Atlantic Mission vitjar í Betesda í kvøl…
Føstulávintstiltak í KÍ høllini
KÍ fekk HB í steypakappingini
Vinnarin av Lesaravirðisløn­ini funnin!
KÍ spælir stórsteypadyst í dag