Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Jógvan Horn

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  03.03.2025 - 15:33 Tíðindi Veðrið

Fyrru helvt av vikuni fer veðrið at líkjast veðrinum í síðstu viku við nakað av vindi og regni. Lágtrýstini ganga í landnyrðing frá leiðini sunnan fyri Kappan og yvir Ísland.

Hósdagin og fríggjadagin fer eitt hátrýst at mennast yvir leiðini vestan fyri Føroyar, og tað fer at halda lágtrýstunum burtur frá okkum. Vit fara tí at fáa eitt annað veðurmynstur við lítlum vindi, og góðum veðri – serliga fríggjadagin.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin (restina av degnum í dag):
Frískur vindur upp í strúk, 8 til 13 m/s. Í nátt stundum upp í hvassan vind, 15 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin millum 3 og 7 stig, í nátt millum 5 og 9 stig.

Týsdagin:

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Fram ímóti middegi veksur hann upp í strúk í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s. Seinnapartin gongur hann upp í vestan. Loftið samdrigið og samregn. Um kvøldið minkar hann vindin niður í frískan ella hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, hálvskýggjað loft og ælaveður, møguliga við vátakava. Hitin millum 4 og 9 stig.

Mikudagin:

Lot av ymsum ættum, minni enn 8 m/s, skýggjað og regn. Seinnapartin meiri vindur: frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Loftið skýggjað og ælaveður. Um kvøldið strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 5 til 10 stig.

Hósdagin:

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt. Út á dagin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og ælaveður. Møguliga okkurt vátakavaælið um náttina. Hitin um dagin millum 5 og 7 stig; um kvøldið og náttina millum 1 og 6 stig.

Fríggjadagin:

Lot til frískt lot vestan ella av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað við sólglottum og kanska okkurt ælið seinnapartin. Hitin um dagin 5 til 7 stig, um náttina úr 1 stigi undir frostmarkinum upp í 5 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…