Lýsing
Lýsing
Lýsing

Starvsfólk til Blómugarð á Húsum

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  04.03.2025 - 09:28 Tíðindi

Klaksvíkar kommuna søkir eftir námsfrøðingi, námsfrøðiligum atstøðingum ella hjálparfólki til Blómugarð á Húsum. Talan er um starv á 35 tímar, við møguleika at tillaga tímatalið eftir rætta umsøkjara, so tað hóskar best fyri stovn og starvsfólk. Starvsbyrjan er 1. apríl 2025.

 

Blómugarður hevur frálíka staðseting mitt í Húsa bygd. Náttúran, nærumhvørvið og bygdarmentanin er tí ein týðandi partur av námsfrøðiliga arbeiðinum í Blómugarði.
Talan er um eina samansetta stovu, har fyrstu børnini byrjaðu í februar 2024 og eru í aldrinum 1 ár til og við 2.flokk. 


Vit kunnu bjóða:
• Eitt nýtt, spennadi og fjøldbroytt starv, har námsfrøðin, barnabólkurin og einstaka barnið er í miðdeplinum.
• Eitt starv, har tú setur dám á gerandisdegin.
• Møguleikan at verða við til at menna og mynda nýggju stovueindina


Vit vænta, at tú:
• hevur ein savnandi hugburð
• ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
• leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
• ert tilvitað/ur um menningina hjá einstaka barninum
• ert týðilig/ur í samskifti og leggur dent á gott samstarv 


Setanarviðurskifti:
Løn og setanarviðurskiftið eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag. 
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Niels Juel Arge, samskipara á dagstovnaøkinum, á telefon 284538
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.


Umsókn: 
Umsókn við prógvi, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast 17. mars 2025. 


Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til Blómugarð

Lýsing
Seinastu tíðindini
Planbúskapur ella marknaðarbúskapur?
Kvæðadagu­rin 2025
Motorsagin kann vinna næsta løgtingsval
Starvs­fólk til Blómugarð á Húsum
Punching Bag – Nýggjur og øðrvísi amerik…
Luitjen aftur NM-silvur
Komið øll við á Djúpumýru
Veðrið í vikuni
Aðalfundur Føroya Lærara­felags
Norðlýsið á gøtuni
Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur a…
Annika Biskopstø virkandi borgar­stjóri
Kvinnudagur í Varpinum 8. Mars!
Fiskaklettur hevði góð 19.000 pund
Christian í Grótinum sett met í Fuglafir…
Ein dagur hjá húsavørðunum
Tøkk - Karla Óluva Fríðborg Johannesen
Team Klaksvík fekk fyrsta stigið hetta k…
Kvinnur­nar endurvunnu stórsteypið
Norðoya Bjargingar­felag hevur aðalfund