Lýsing
Lýsing
Lýsing

Avtalurnar við DekkService halda

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.03.2025 - 15:28 Tíðindi Vinna

1. mai í 2016 byrjaði Jan Danielsen sum stjóri á DekkService í Saltangará. Tá hevði hann bert ein einstakan nýútbúnan svein afturat sær; verkstaðið var lítið, og umstøðurnar vóru ikki tær bestu. Fyritøkan vaks tó skjótt, og har Jan fyrstu tíðina var bæði fulltíðar-mekanikari og umsitari, tók telefonina, førdi bókhald og rindaði lønir, so løgdust bæði mekanikaralærlingar og skrivstovulærlingur afturat starvsfólkahópinum, so tey gjørdust 4-5 fólk í fyritøkuni, og í 2022 flytur fyritøkan so yvir á Rituvíksháls, har tíggju fólk nú starvast.  

 

(Grein úr blaðnum)

 

Umstøðurnar í Saltangará vóru smáar; teir høvdu bara 2 lyftir, og tað mátti berast so í bandi, at tveir mekanikarar arbeiddu upp á sama bilin á aðrari lyftuni og ein á hinari.   

Tað, sum gjørdi útslagið fyri, at Jan valdi at flyta fyritøkuna, var tó ikki logistikkurin í arbeiðshøllini. Tað var Fjøruvegurin. Tá ið Fjøruvegurin læt upp, kom allur trafikkurin úr Streymoynni og í Streymoynna ígjøgnum beint uttan fyri Dekk Service, og tað gjørdist púra vónleyst at arbeiða har. Tey staðkendu í Runavíkarøkinum vita, at tað er bert gongubreytin millum gamla DekkService og vegin, soleiðis at tey máttu bakka út á høvuðsvegin, og tað bar ikki til í longdini. Í desember 2023 koyrdu umleið 5.000 bilar framvið um dagin, og Jan væntar ikki, at talið er lægri nú.

Tá bygningurin á Rituvíkshálsi varð lýstur til leigu, gjørdi Jan skjótt av og tryggjaði sær leigumálið. 1. november í 2023 byrjaðu tey at gera klárt á Rituvíkshálsi, og restin av 2023 varð brúkt til tað. Alt innbúgv var nýtt, og tey hava í dag 10 lyftir, har tey áður høvdu tvær. Verkstaðið hjá Jan er eitt nú góðkent at fremja umsýn fyri Akstovuna, og tey hava í dag fleiri lærlingar. Síðani tey fluttu hagar, hava tey upplivað, at mekanikarar søkja um at sleppa at arbeiða har. Í dag eru tey 10 fólk, og tey hava øll ríkiligt at gera. Jan sigur frá, at øll hansara starvsfólk fáa fulla arbeiðsviku og ruddiliga tað.

Kjarnuvirksemið hjá DekkService er umvælingar av bilum. Fyritøkan eitur gamaní framvegis DekkService, men tey gera allar møguligar umvælingar á bilar upp til 3.500 kg – tað veri seg dekk, bremsur, sporing, flutning, heinting og levering av bilum. Sum dømi um hetta síðsta nevnir Jan, at hann plagar at koyra út á okkurt arbeiðspláss við sínum bili at avheinta ein bil. Hansara egni bilur stendur so á sama parkeringsplássi, meðan umvælingarnar verða gjørdar, og so setir Jan bilin hjá kundanum aftur í sama stað, tá ið hann er liðugt umvældur. Kundin hevur sostatt onki stríð av umvælingini.

Eisini keypir DekkService bilar, sum feila okkurt – eisini bilar, sum ikki kunnu koyra –, setir teir í stand, fær teir sýnaðar og selur teir aftur. Og Jan veit at siga frá, at teir bilarnir fara rættiliga skjótt. Eisini ber til at leiga bilar bíliga, um ein ikki kann vera bilin fyriuttan, meðan hann er til umvælingar. Ein tænasta, tey harumframt veita, er at heinta bilar, sum ikki kunnu koyra, sum við einum spæli verða settir omaná ein størri vogn, og Jan nevnir, at eisini onnur verkstøð biðja um hjálp við tí.

Ein annar partur av DekkService er at reka eitt dekkhotell. Har bjóðar DekkService sær til at hava dekk liggjandi á goymslu í eitt tíðarskeið móti einum gjaldi. Fleiri fólk í dag hava ikki kjallarar ella garagur, og tað er ikki gott fyri dekkini at liggja úti um veturin.

Sjálvur sigur Jan, at tey leggja seg eftir at geva eina øgiliga góða tænastu, og hann hoyrir tað frá fleiri síðum aftur, at fyritøka hansara er álítandi og hevur gott orð á sær. Men eitt, sum summi fólk ikki skilja, er, at tey ikki altíð hava atgongd til sín egna bil, meðan hann er á verkstaði. Jan leggur eina við, at tað er vegna trygd, og at trygdin kemur fremst. Tað er ikki trygt at vera inni á verkstaðnum, meðan arbeiðið gongur fyri seg í fullari ferð, og tí er tað avmarkað, hvør sleppur inn hagar. Skal onkur annar inn har, so skal tað vera saman við einum starvsfólki. Tað órógvar eisini nógv, um kanska tíggju fólk koma inn á verkstaðið og byrja at práta. Órógvar man eitt starvsfólk við at práta leingi við tað, so verður tíðarnýtslan tað hægri, og tað kann ikki vera rætt, at ein annar kundi enn tann prátandi skal betala fyri tað. Starvsfólkini á DekkService hava tí øll chip-lyklar fyri at sleppa inn, tí verkstaðið er annars stongt.  

Í dag er Jan ikki so nógv ”á gólvinum”. Áður hevur hann verið mekanikari fulla tíð, og hartil kontórfólk næstan fulla tíð omaná. Nú hevur hann ein lærling á skrivstovuni, sum er í barsilsfarloyvi, og Jan tekur sær sjálvur av skrivstovuarbeiðinum, inntil hon kemur aftur. Arbeiðið har fevnir um lønarflytingar, at gjalda rokningar rættstundis, at gera avtalur um at heinta og levera og so framvegis, og alt hetta ger Jan í dag sjálvur.

Hvør ár í november er Jan á FTZ-messu í Odense í Danmark. Fyri nøkrum árum síðani vitjaði Jan eitt bilverkstað í Odense saman við FTZ og mongum øðrum, og tað var á einum rættiliga stórum verkstaði. Har sá Jan eitt hillasystem ella reolsystem, har tað gongur soleiðis fyri seg, at nógv vøra verður leverað, og hillarnar eru so býttar upp eftir vikudøgunum. Verkstaðsleiðarin sorterar vøruna soleiðis, at tann vøra, sum skal brúkast til bilar við avtalu mánadag, verður løgd á eina ”mánadagshill”. Mekanikarin tekur so ein bil inn og fær at vita, hvat hann skal gera við bilin, og so liggja deilirnir til tann dagin og tann bilin klárir á hillini. Hetta riggar ordiliga væl, sigur Jan.

Á FTZ-messuni keypir Jan altíð nakað av amboðum inn og fylgist við nøkrum av starvsfólkunum í FTZ. Á FTZ-messuni í 2024 fekk hann at vita, at DekkService er størsti kundin hjá FTZ í Føroyum.

Um framtíðarætlanirnar sigur Jan, at tey leiga núverandi bygning við forkeypsrætti. Tað hevur riggað uppaftur betur, enn hann hevði torað at vónað, og roknskapurin fyri fyrsta árið á Rituvíkshálsi sær heilt skilagóður út. Jan hugsar um møguliga at keypa bygningin, tí hann er sera góður at vera í. Hann var skeptiskur um staðsetingina av fyrstan tíð, men fyrimunirnir hava væl og virðiliga vigað upp ímóti vansunum. Men umstøðurnar í Saltangará vóru vorðnar so ringar, at antin mátti hann gevast ella flyta. Og gevast vildi hann ikki.

Í dag má Jan sanna, at hansara skepsis var púrasta ógrundað, og at hann tók dyggiliga feil. Umstøðurnar eru kanska tær bestu í landinum, og tað eru bert 2 minuttir úr Runavík, 15 minuttir úr Tórshavn og 30 minuttir úr Klaksvík at koyra, og kundarnir koma alla staðni frá, hóast teir flestu koma úr økinum við Skálafjørðin. Men kundaskarin kemur úr øllum landinum, sigur Jan. Og tað stendur als ikki á at fáa starvsfólk til Rituvíksháls, har tað áður mátti nakað av yvirtalilsi til.   

Jan leggur stóran dent á, at allar avtalur, sum DekkService ger, skulu halda. Er avtala gjørd um at gera okkurt týsdagin í aðru viku klokkan tíggju, ja, so verður tað gjørt týsdagin í aðru viku klokkan tíggju. Hetta hevur gjørt, at viðskiftafólkini geva DekkService góð ummæli, og tað gongur orð av orði úti í samfelagnum, at DekkService er til at líta á.

Spurdur um DekkService hevur nakrar ætlanir um at víðka virksemi og lata upp í eitt nú Tórshavn, Suðuroy ella Klaksvík, sigur Jan, at hann ikki kann útiloka tað, og at hann er spurdur av einum øðrum verkstaði, um hann kann yvirtaka tað. Men enn er ongin avgerð tikin um nakað tílíkt. Sum nú er, er Jan ímyndin av DekkService, og tað fer neyvan at broytast, og hann viðurkennir, at hann nærkast teimum 60 árunum, og spurningurin er, um tað er skilagott at byrja uppá nakað heilt nýtt tá. Men sum nevnt vil Jan ikki vísa hugskotinum aftur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Soleiðis hevur gingið í venjingardystunu…
Samrøða við Sølvá Joensen og Regin Siver…
Samrøða við Durita Joensen
Nú gongur mót’ ljósari tíðum
Avtalur­nar við DekkService halda
Magna aftur á ting
Planbúskapur ella marknaðarbúskapur?
Kvæðadagu­rin 2025
Motorsagin kann vinna næsta løgtingsval
Starvs­fólk til Blómugarð á Húsum
Punching Bag – Nýggjur og øðrvísi amerik…
Luitjen aftur NM-silvur
Komið øll við á Djúpumýru
Veðrið í vikuni
Aðalfundur Føroya Lærara­felags
Norðlýsið á gøtuni
Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur a…
Annika Biskopstø virkandi borgar­stjóri
Kvinnudagur í Varpinum 8. Mars!
Fiskaklettur hevði góð 19.000 pund