Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú gongur mót’ ljósari tíðum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.03.2025 - 15:40 Ítrottur Leiðarin

Nýtt kappingarár í fótbólti byrjar fyrsta dagin, og KÍ møtir 07 Vestur sunnudagin níggjunda mars. At síggja til sær árið sera spennandi út fyri KÍ, og tað er eftirhondini onki óvanligt. Men í ár er líkt til, at tað fyrst og fremst er eysturoyarliðunum, ansast skal serliga væl eftir, meðan sigursvandu havnarfeløgini ikki hava verið eins sannførandi sum fleiri ferðir áður. Men alt kann henda í fótbólti, og tað er eisini tí, at vit elska fótbóltin.

 

(Leiðari úr blaðnum)

 

Fyrsti várdagur og stak væleydnaðu torradagarnir 2025 eru farnir afturum. Í ár hava vit tíverri hvørki nakran Stórsteypadyst ella Klaksvíkskapping sum støði at meta um útlitini hjá KÍ við. Hinvegin hava vit VFF Cup, og har hevur KÍ gjørt ein heilt góðan figur, hóast teir ikki vunnu. KÍ sigraði kortini á forsvarandi føroyameistarunum í Víkingi. Tað gjørdi vinnarin av VFF Cup, NSÍ, eisini, og móti teimum megnaði KÍ bert javnleik. Tí bleiv tað til eitt 3.-pláss til KÍ í ár.

Men sigrarnir hava verið sannførandi; vit tosa um 3-0 sigur á 07 Vestri, 3-1 á B36 og Víkingi, 2-0 á EB/Streymi umframt 1-1-javnleikin ímóti NSÍ. Páll Klettskarð var í stórformi, Odmar Færø er í einum flokki fyri seg, og tað var sera hugaligt at síggja Jákup B. Andreasen aftur scora ímóti B36, eins og Mads Mikkelsen gjørdi ímóti Víkingi. Eisini nýggir mans sum Martin Rodrigo Gonzalez, Filip Brattbakk og Tobias Guisti prógvaðu, at teir høvdu máltev, og vit hvørki skulu ella kunnu heldur gloyma Jóannes Kalsø Danielsen, sum legði KÍ á odda ímóti Víkingi.

Við síðulinjuna er tað somuleiðis hugaligt at síggja legenduna Geza Turi saman við hinum í venjaratoyminum hjá Magnus Powell, og sum nú hevur tveir sviar hjá sær umframt teir tríggjar, sum eru hildnir fram frá í fjør. Teir tykjast longu væl samansjóðaðir. Aðrastaðni í blaðnum ger ítróttarjournalisturin á Norðlýsinum, Jákup Ósá, status, og komið verið runt í øllum krókum kring KÍ: Byrjan av kappingarárinum, venjaran, uppstillingina, keypini í ár, bæði úr Argentina og aðrastaðni, spurningin um Brand Olsen, skaða-status og ja, allar smálutir í og kring felagið.

Sum nevnt í innleiðandi setningunum eru tað serliga NSÍ og Víkingur, ið hava lagt fyri sum tvey óløgir, longu áðrenn kappingin er byrjað. HB er ikki í sínum lívs besta formi í løtuni, men har manglar ikki so nógv í. Um teir gera nøkur skilagóð keyp til kappingarársbyrjan, kunnu teir heilt víst bjóða av. B36 kann heldur ikki avskrivast; hóast teir ikki skuldu gjørst eitt av topp-3-liðunum í ár, so megna teir heilt víst kortini at vinna toppinum neisir, um tað skal vera. So hóast tað sær bjart út fyri KÍ, so skal onki takast fyri givið.

Farast má ongantíð inn til ein dyst við tí í tonkunum, at uppgávan á vøllinum verður løtt. Tað er so øgiliga skjótt hvønn vegin í fótbólti. Ivast nakar í hesum, so er bara at spyrja Skála ella B68, sum í hvør sínum enda á spektrinum lógu sera væl fyri til ávikavist at endurvinna sær sætið í deildini og til at vinna finaluna um løgmannssteypið árini 2023 og 2024. Í báðum førum vóru tað marginalar, sum avgjørdu teir dystirnar til ófyrimunar fyri tey bæði eysturoyarfeløgini.

Eisini verður talan um eitt spennandi lið hjá KÍ-kvinnum. Hóast venjarin er nýggjur, er liðið við fáum undantøkum hitt sama. Og júst sum hjá monnunum er mótbrekkan tann, at tær skulu vinna sær oddastøðuna aftur, og tað verður ikki lætt, tí serliga NSÍ virkar sera sterkt á kvinnusíðuni í ár. Millum annað hava runavíkingar styrkt seg við toppskjúttanum hjá KÍ frá 2023, og heilt mong rokna eisini NSÍ sum favoritt at vinna FM í ár. Meir um hetta í blaðnum.

Við hesum orðum vilja vit ynskja tí eyka spennandi fótbóltsárinum 2025 vælkomnum, og enda, sum siður er, við herrópinum:

KOYR Á, KÍ!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Soleiðis hevur gingið í venjingardystunu…
Samrøða við Sølvá Joensen og Regin Siver…
Samrøða við Durita Joensen
Nú gongur mót’ ljósari tíðum
Avtalur­nar við DekkService halda
Magna aftur á ting
Planbúskapur ella marknaðarbúskapur?
Kvæðadagu­rin 2025
Motorsagin kann vinna næsta løgtingsval
Starvs­fólk til Blómugarð á Húsum
Punching Bag – Nýggjur og øðrvísi amerik…
Luitjen aftur NM-silvur
Komið øll við á Djúpumýru
Veðrið í vikuni
Aðalfundur Føroya Lærara­felags
Norðlýsið á gøtuni
Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur a…
Annika Biskopstø virkandi borgar­stjóri
Kvinnudagur í Varpinum 8. Mars!
Fiskaklettur hevði góð 19.000 pund