Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nývalda Eldraráðið havt sín fyrsta fund

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  05.03.2025 - 09:43 Tíðindaskriv

Herfyri hevði Eldraráðið í Norðoyggjum sín fyrsta fund í hesi setuni. Eldraráðið er mannað við 11 limum, 7 úr Klaksvíkar kommuna og hinar kommunurnar hava hvør sín lim.

 

Nøkur av evnunum, sum prátað varð um á fyrsta fundinum hjá Eldraráðnum vóru, val av limi í brúkararáðið til “Virkishúsið Smæruna” , um eldraíbúðir og kunnað varð um arbeiðið at gera nýggja heimasíðu til NBH.

Endamálið við Eldraráðnum í Norðoyggjum er at virka sum ráðgevi hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) og fáa í lag samskifti millum eldru borgararnar og NBH. Eitt nú siga viðtøkurnar fyri Eldraráðið, at fyrisitingin hjá NBH eigur at spyrja og kunna Eldraráðið um alt tað, sum viðvíkur teimum eldru.

Har afturat kann Eldraráðið eisini koma við hugskotum og annars virka fyri, at vitan og royndir hjá teimum eldru verða virðismett og gagnnýtt í arbeiðinum hjá NBH.

Tey, sum manna nýggja Eldraráðið, eru hesi:

  • Fyri Klaksvíkar kommunu: Steinbjørn O. Jacobsen, formaður, Gunvør Sigurðsson, Gerda Absalonsen, Elsa Hansen, Finnur Jacobsen, Hanna Fuglø og Hanus Poulsen
  • Kunoyar kommunu: Eghild Poulsen
  • Hvannasunds kommunu: Margreta í Buð
  • Viðareiðis kommunu: Sunniva Simonsen
  • Fugloyar kommunu: eingin valdur
Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…