Lýsing
Lýsing
Lýsing

Minningarorð - Erling Joensen

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.03.2025 - 12:19 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Minningarorð um høgt elskaða pápa mín, Erling Joensen, Gjógv,

 

 

Minningarorð um høgt elskaða pápa mín,

Erling Joensen, Gjógv,

føddur 5. mars 1935  -  deyður 5. november 2024

 

 

Góði pápi, tað kennist mær ómetaliga tungt at sita her og skriva nøkur minningarorð um teg, ið brádliga  og óvæntað - uttan langa sjúkralegu – brádliga legði árarnar inn. Tað er óskiljandi.

Saknurin er bara so stórur, og tú hevur latið eitt stórt tómrúm eftir teg. Tú fylti so nógv í lívi okkara, tí tú vart altíð har fyri okkum. Tú vart eitt so hjartagott menniskja, og tú vísti kærleika til øll, sum tú umgekst, soleiðis sum  Guds børn eiga at gera.

Tað er ringt og svárt at siga farvæl, tá vit missa ein av okkara kæru, soleiðis er tað við kærleikanum, jú meira vit elska, tess meira syrgja vit, tá skilnaðarløtan kemur.

Pápi var sonur Oluffu Joensen, á Bø, og Christian Jacob Joensen, í Nýggjustovu. Tey vóru bæði frá Gjógv. Pápi var yngstur av fýra  systkjum. Systkini vóru Jóhan f. 1917, Pætur f. 1920, Ingibjørg f.,1923 og pápi f. 1935.

Líka frá barnsbeini tók pápi lut í tí dagliga arbeiðinum, og mangt var at tríva í, tí nógv var jørðin í húsinum.

Pápi fór 15 ára gamal sín fyrsta túr til skips sum kokkadrongur við “Polo”, og hann var sjómaður í samfull 53 ár. 15. mars í ár høvdu tað so verið 75 ár, síðan pápi fór sín fyrsta túr til skips.

Hann sigldi við skipum úr Klaksvík í meir enn 50 ár, og serliga leingi sigldi hann sum kokkur við “Klakki”. Í Klaksvík – og í øllum bygdum í Norðoyggjun sum heild -  kendi hann nógv fólk og vann sær nógvar vinir. Tað gav at bíta, at har norðuri gekk hann undir navninum Kokkurin. Navnið er fult uppiborið, tí tað er ikki smávegis rúgva av breyðum, knettum, frikadellum og øðrum góðum mati, ið er farin um hansara hendur hesa góðu hálvu øldini á sjónum.

Við sínum verumáta vann hann sær vinarbond, sum vardu fyri lívið. Skipsfelagarnir bóru honum bara alt gott. Pápi segði, at klaksvíkingar og norðingar vóru stak umgangiligir og fittir menn at vera til skips saman við.

Í sambandi við sjólívið hjá pápa er tað hóskandi at skoyta uppí, at hann var sóknarformaður við Gjógv í Føroya Fiskimannafelagi í 40 ár, og hann møtti sanniliga eisini trúliga upp til ársfundin hjá Fiskimannafelagnum.

Góði pápi! Tú hevur siglt sum sjómaður og kokkur alt títt lív, og tá tú legðist uppi, gleddust vit um, at mamma og tú framhaldandi fingu nøkur góð ár saman, men so var ikki, mamma andaðist í 2006, men Harrans vegir eru ikki okkara.

Eitt tað fyrsta, ið rennur mær til hugs í sambandi við pápa, var hansara  góða hjartalag og stóra umsorgan fyri øllum sínum. Soleiðis tók hann við opnum ørmum ímóti manni mínum, Jørgini, og versynum okkara, Óla Jákupi og Martini. Teir  høvdu eisini almikið til felags av øllum bygdarlívinum og tí, sum fyrifórst í bø og haga.

Pápa untist ta gleði at fáa trý abbabørn, Hannelinu, Elsu og Erling og fýra langabbabørn, Lín, Óðin, Eira og Nóa, og vóru tey hansara eitt og alt  -  at síggja tey trívast og mennast og sleppa at gleða tey. Hann var sera góður við tey, og tey við hann, og hann fylgdi væl við, hvussu tað gekst hjá teimum.

Pápi var ein natúrligur partur av lívinum hjá okkum øllum. Og abbabørnini vóru nógv saman við abbanum í tí vanliga bygdarlívinum, so sum at seta niður epli, hoyggja, fara á fjall, og at fletta. Eisini dámdi honum væl at spæla við abbabørnini, eins og hann gjørdi við langabbabørnini. Ja, pápi elskaði at spæla við tey - og tey við hann.

Abbabørnini elskaðu at hoyra abban fortelja tað, sum tey róptu høvdasøgur. Hetta vóru spennandi søgur frá hansara egna lívi. Hetta dámdi teimum avbera væl.

Góði pápi! Vit hava so nógv góð minnir eftir teg, og tey fara vit altíð at goyma í hjarta okkara. Tú vildi okkum alt tað besta, og áhugin fyri okkum øllum var ovurstórur, og alt tað, tú gjørdi fyri okkum, er nakað, sum ikki kann sigast við orðum. Pápi var ein trúgvur kirkjugangari og var í kirkju hvønn sunnudag.

Børnini elskaðu, tá tú komst suður til okkara, og tey plagdu at spyrja, nær abbi kemur suður aftur. Tey elskaðu teg - og tú tey. Bara við at vera tann tú vart, skapti tú henda serliga hugnan rundan um teg - altíð í tí stilla. Tú hoyrdi til, um tað so var føðingardagur, ella hvat tað so var.

Tú vart sera góður við Gjáar bygd, og við tær er aftur ein bygdarmynd farin. Vit sanna orðini hjá skaldinum: “Har ljós brenna fá undir lágari lon, sæst gjølla, tá eitt teirra slóknar”.

Tú livdi við og vart við í bygdarlívinum. Tú spardi teg ikki – hvørki inni ella úti. Tú átti tín sjálvsagda lut í hoyggingini, í eplunum, hjá seyðinum – ja, øllum.

Góði pápi! Tú sigldi alt títt lív, men millum túrar og tá tú legðist uppi, tókst tú altíð við okkurt, sum hoyrir vanliga bygdarlívinum til - bæði á sjógvi og landi. Tú plagdi at taka til, at tað er gott at verða móður av at arbeiða. Hóast altíð upptikin av onkrum arbeiði, dugdi tú tó altíð at seta tíðina av at práta við fólk. Tú treivst sera væl og setti prís uppá at vera saman við fólki, bæði í tí dagliga bygdarlívinum, men eisini í sambandi við ymisk tiltøk í bygdini.

Pápi! Tú kundi við tínum fryntliga smíli og tínum lítillatna verumáta koma í samband við øll fólk og soleiðis vinna tær nógvar vinir.

Tú røktaði á Fløtum í ein mansaldur og vart tú ein góður hirði fyri títt fylgi. Tú plagdi at siga, at besta tíð á árinum var í lembingini. Tá vart tú tíðliga á fótum, pápi. Serliga í ringum veðri við vátaslettingi og vindi fórt tú í hagan, so skjótt tað lýsti og síðan aftur fleiri ferðir dagliga.

Pápi var signaður við góðari heilsu og var virkin upp í ellisár. Á fjalli hevði tú ódn ovarlaga í Gráfelli. Hesa ódn røkti pápi, til hann var meir enn 80 ára gamal. Soleiðis kláraði hann eisini at seta við, so at tað yngra ættarliðið – navnin og abbasonurin, Erling, kundi taka við. Tað gleddist pápi um.

Mamma og pápi! Tit vóru eini fyrimyndarlig hjún – og eini fyrimyndarlig foreldur. Alt tað góða og allan kærleika, ið tit hava lagt niður í meg og míni, er dýrabærur førningur á lívsleiðini frameftir.

Tað er so nógv, ið bara er farið, nú vit hava mist bæði mammu og pápa. Tað er so tómligt at koma norður til Gjáar, nú barnaheimið stendur tómt. Altíð komu mamma og pápi út á trappuna at taka ímóti okkum - við opnum ørmum - tá vit komu norður.

Pápi! Mær leingist so illa eftir tær – og serliga nú tú fylti 90 ár tann 5. mars.  Páskirnar nærkast – familjan samlast – og tín sessur er tómur.

Vit skuldu halda 85 ára føðingardagin, sum tú gleddi teg til, men tá kom korona, og føðingardagurin bleiv so ikki av nøkrum, men nú 5. mars hevði tú fylt 90 ár - og eingin føðingardagur - men minningarorð ístaðinfyri.

Mamma og pápi giftust 15. desember 1963. Tey vóru sera góða hjún, og so fingu tey meg - einkarbarnið. Tað – at eg eri einkarbarn teirra – mundi gera sítt til, at mamma, pápi og eg fingu eitt so serligt og inniligt samband.

Men eisini hetta ger sorgina upp aftur tyngri at bera. Hetta er kanska ringt hjá øðrum at skilja, men eg sakni tey bara so nógv, tí vit høvdu so nógv saman. Tað fór ikki dagur, uttan at vit tosaðu saman fleiri ferðir – men nú eru teirra røddir tagnaðar.

Pápi! Tá ið tú stóðst undir børu, fingu vit hesi troystarorð frá einum av tínum bygdarmonnum:

 “Tankarnir fara eisini víðari til hendan heiðurliga, smílandi og friðsæla mann. Ein bygdarmynd av teimum eyðsýndu. Altíð so blíður og fyrikomandi. Stórur missur fyri bygdina, at nú eisini hann er burtur med alla. Tað er einki eftir av bygdini, og ein sovorðin missur (hóast høgan aldur) sæst aftur. Tað brenna fá ljós í bygdini, og nú fór eitt aftrat.”

Slík orð eru góð at fáa í sorgini og vísa, at tú vart umhildin av tínum bygarfólki. Hetta eftirmælið goyma vit í okkara hjørtum, góði pápi.

Pápi! Tað allar síðsta, tú gjørdi, var at leggja teg í Harrans hendur, nú tú so brádliga andaðist eftir stutta sjúkralegu. Tað er gott at minnast – og góð minnir at byggja víðari á, men saknurin er ómetaliga stórur. Tú vart eitt og alt hjá okkum øllum – nú er røddin tagnað - lonin tóm..

Hvíl í friði, góði pápi, verfaðir, abbi og langabbi og takk fyri alt, tú vart fyri okkum.

Við hesum orðum lýsa vit frið yvir minnið um okkara elskaða pápa, verfaðir, abba og langabba.

 

Sól um tindar fer                                                                                 Eg veit ein góðan seyðamann

tá tíðin runnin er                                                                                 og fylgi síni elskar hann

kedd av, at tað skuldi verða tú                                                       tey teljast í mong túsundtal

men tú fert altíð at hava í hjartamum búð.                               tó røktar hann øll líka væl.

 

 

Líka so nógv tú elskar

Líka stór er sorgin.

 

dóttir tín Oda

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Annika og Rannvá vitja Norðlýsið
“Nónhamar” dregur lív til sín
Berara­kann­ingar fyri deyðiligar ílegusjú…
Frá Útskiftingar­nevnd­ini í Haraldssun…
Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum
Nógvir norð­oy­ingar í øðrum feløgum
Komið øll við á Djúpumýru
Mjølnir vann á finaluliðinum
Klaksvík­ingur fekk Lesaravirðislønina
Glóðheiti Branco á pall til Tórsfest
Myndarøð: Tónlista­skúlin og Dansifelagið…
Heilsan til Jóhannu Petersen á 100 ára d…
Minningarorð - Erling Joensen
Hjalgrím fyrsti gestur í nýggju fótbólts…
Samráðingarnar millum Kommunala Arbeiðs…
Nývalda Eldraráðið havt sín fyrsta fund
Mjølnir - Fleyr í kvøld
Lions Eysturoy/­Klaksvík á vitjan í ny…
Egnarin í Lopra gjørdist stjóri á Rituví…
Nýtt hondbólts­felag á veg í Klaksvík