Lýsing
Lýsing
Lýsing

Glóðheiti Branco á pall til Tórsfest

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  05.03.2025 - 15:41 Tíðindaskriv

Branco man teljast millum heitastu nøvnini á danska tónleikapallinum. Síðan 2019 hevur hann sett hitt aftaná hitt í verðina, og stroymingstøl hansara eru eksploderaði. Hann er fastur gestur á teim stóru pallunum í Danmark, og hann er ein garantur fyri eina risa veitslu.

 

 

Gleð teg. Tí tá Branco fer á pallin við sínum feitu hip hop løgum, blandað við lekkrar popputar rútmur, so kanst tú ikki annað, enn lata teg ríva við stemninginum. Branco hevur omanfyri eina millión mánaðarligar lurtarar á Spotify, og bara lagið “London Town” hevur omanfyri 30 mío stroymingar. Hetta vitnar um ein serstakliga væl umtóktan tónleikara. 

 

Men alt fær sín enda. Eftir at hava dominerða danska hip hop pallin í góð 6 ár, hevur Branco gjørt av at gevast á toppinum. Hann hevur júst givið út útgávuna Baba Business, sum verður hansara síðsta útgáva. Tí er hann farin undir sína seinastu konsertferð, “Den sidste dans” verður hon kallað. Og heppin eru vit, at hann leggur leiðina fram við Tórsfest 25. juli.

 

Í steypaskápinum hevur hann hópin av viðurkenningum, millum annað tríggjar statuettir frá Danish Music Awards. Á Tórsfest sleppa vit at geva Branco eitt virðilgt farvæl á hansara rappferð. 

 

Kom við á Tórsfest

Tú vilt ikki standa eftir við grovum FOMO. Fammanundan er longu greitt, at Gavin DeGraw, Eivør, Zak Abel, Sandro Cavazza, Dave Evans, Kristina Bærendsen og mong onnur verða á pallinum 25. juli í hjartanum í Havn.

 

Keyp atgongumerki sum allarskjótast, tí tey ganga skjótt undan. Atgongumerki fáast fyri kr. 895,- umframt avgreiðslugjøld á ebillett.fo, effo gundadali og føroya tele kring landi. 

 

Tórsfest er stuðlað av Føroya Tele, OY, SMS, Red Bull, Effo, Burger King, Betri, Wenzel Bilrøkt, Atlantic Airways Sveiggj og Hoyrnini. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…