Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Nógvir norðoyingar í øðrum feløgum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  06.03.2025 - 08:37 Ítrottur Tíðindi

KÍ hevur útleigað fleiri leikarar, meðan aðrir hava valt at skifta felag.

Ungu lokalu leikararnir hjá KÍ hava havt torført við at vunnið seg inná liðið síðani 2017. Besta liðið hjá KÍ er styrkt fyri hvørt ár og við mongu pengunum frá altjóða luttøkuni, sum toppaði í 2023 við bólkaspæli, so hevur KÍ fíggjarligar møguleikar at styrkja nógv um hópin uttanífrá. At nógvir leikarar eru heintaðir útifrá hevur gjørt vegin inná liðið langan hjá teimum ungu lokalu.

 


Minst 10 leikarar í øðrum feløgum

Nógvir fyrrverandi lokalir KÍ-leikarar fara í 2025 at spæla við øðrum feløgum. Tveir av leikarunum hevur KÍ tó ikki slept, tí bæði Jóhan Josephsen og Jákup N. Vilhelmsen eru útleigaðir fram til summarsteðgin, tá møguleiki er fyri, at teir venda aftur til KÍ. Tað veldst helst um, hvussu støðan er í KÍ-hópinum og hvussu hesir avrika í B68. Burtursæð frá Niels Paula Danielsen, so er talan um yngri leikarar.

 


Fyrrverandi lokalir KÍ-leikarar í øðrum feløgum:

Jákup N. Vilhelmsen (B68, útleigaður fram til summarsteðgin)

Jóhan Josephsen (B68, útleigaður fram til summarsteðgin)

Tóki á Lógv (B68)

Silas Gaard (07 Vestur)

Óli Ey. Poulsen (EB/Streymur)

Kristian S. Eliasen (EB/Streymur)

Niels Pauli Danielsen (EB/Streymur)

Símun Kalsø (EB/Streymur)

Olaf K. Hansen (ÍF)

Rógvi Ey. Jacobsen (ÍF)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…