Lýsing
Lýsing
Lýsing

Magnus Powell: Høvuðsmálið er at vinna FM

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  06.03.2025 - 16:40 Ítrottur Tíðindi

- Í Conference League og kappingini um løgmanssteypið kunnu lutakast og hepni spæla inn, men í landskappingini vinnur tað besta liðið yvir longri tíðarskeið, sigur Magnus Powell, ið er nýggjur KÍ-høvuðsvenjari í 2025.

50 ára gamli Magnus Powell úr Svøríki bleiv 1. oktober settur sum høvuðsvenjari hjá KÍ fyri 2025 og 2026. Talan er um ein royndan venjara, sum serliga hevur roynt seg í svenskum og norskum fótbólti. Tey síðstu tvey árini hevur hann verið venjari hjá Østersunds í næstbestu svensku deildini. Eisini hevur hann nógvar royndir úr næstbestu deildini í Norra. Magnus kennir føroyskan fótbólt, tí í 2021 var hann venjari seinna part av kappingini í 07 Vestur, áðrenn Østersunds sendi boð eftir honum.

 


Góð byrjan

Fyrireikingarnar hjá KÍ til kappingarárið 2025 hava verið góðar samanborið við kappingarárið 2024. Venjarin, ið eisini hevur eitt meira sannførandi lívsrensl enn venjararnir hjá KÍ í 2024, er settur í góðari tíð og hópurin er broyttur nakað og helst til tað betra, um hugt verður eftir venjingardystunum, ið tó altíð skulu takast við fyrivarni. Tann heilt stóri munurin er helst, at fleiri av lyklaleikarunum eru frískir frá byrjan, har hesir sótu uttanfyri við skaðum stóran part av 2024. Har hugsa vit um Odmar Færø, Hall Hansson og Jákup B. Andreasen. Tríggir leikarar, sum undir vanligum umstøðum byrja inni á A-landsliðnum.

 


4-2-3-1

KÍ hevur spælt nakrar venjingardystir og fleiri viðmerkjarar hava sæð tað sum, at KÍ hevur spælt nakað, sum líkist 4-4-2, sum ikki var vælumtókt í 2024, tá Haakon Lunov brúkti nógv hesa leikskipan. Men KÍ spælir 4-2-3-1 sambært venjaranum.

- Vit spæla 4-2-3-1, har Patrik Johannesen hevur ligið sum ’’10’ari’’. Tá Jákup B. Andreasen og Mads Boe Mikkelsen verða heilt klárir, so hava vit René S. Joensen, Hallur Hansson og Mads Boe Mikkelsen afturat sum møguleikar til at spæla aftanfyri álopsleikaran. Vit koma ikki at spæla 4-4-2, men kanska við fimm í bakkketuni onkrar dystir og kanska í altjóða dystum. Tá vit verja og leggja trýst á mótstøðuliðið, so spæla vit ymiskar skipanir. Tað veldst um, hvussu mótstøðuliðið spælir. Móti Víkingi spældu vit 4-1-4-1. Viðhvørt spæla vit 4-1-3-2, sum næstan øll lið gera. Hjá mær er tað hugburðurin, sum er týdningarmiklari enn tølini fyri leikskipan. Okkara trýst langt frammi hevur riggað væl teir flestu dystirnar, men so hevur onkur hálvleikur sum t.d. seinni móti Víkingi víst, at vit mugu tillaga sumt, tá mótstøðulið koma longur fram, sigur KÍ-venjarin við Norðlýsið.

 


Argentinar

Eitt sum hevur skapt yvirskriftir í vetur er, at KÍ hevur heintað tríggjar leikarar úr Argentina sum eru Gastón Tellechea, Martin Rodrigo Gonzalez og Tobias Giusti.

- Felagið hevði eina strategi um at heinta hesar leikararnar, og tað var avgjørt, áðrenn eg kom. Tað vóru umboðsmaðurin Annfinn Gaard og venjarin Ove Christensen, sum var í Argentina og valdi hesar leikararnar, sum gjørdu arbeiðið. Soleiðis er tað sum venjari, at mann má fyrihalda seg til viðurskifti, ið ein ikki hevur ávirkan á. Vit fara at eftirmeta tað seinni. Enn er tíðliga at meta um, men hetta eru leikarar, sum blíva betri og betri, tó at teir ikki hava verið í nærheitini av uppstillingini enn. Teir hava skorað fleiri mál. Fyri meg skulu útlendskir spælarar í útgangsstøðinum byrja inni. Annars gevur tað fyri mær onga meining. Tí mann kann hava lokalar ella føroyskar leikarar á bonkinum. Teir skulu venja seg við eitt nýtt land, nýggja mentan, annað veðurlag og ikki minst samskiftið. Teir arbeiða við at læra seg enskt. Teir gera eitt gott arbeiði við at fáa hetta at bera til. Hetta er eitt langtíðarprojekt, har mann fær skapt sambond og mett um, hvat stigið er sum krevst. Er tað møguligt at fáa enn betri leikarar ella er tað ov dýrt. Kanska skulu vit taka fleiri til royndarvenjingar fyrst. Har eru nógv viðurskifti sum spæla inn. Hetta eru leikarar við líknandi fótbóltshugburði sum føroyingar. Teir eru harðir í nærdystum, og teir eru glaðir undir venjingum hóast avbjóðandi veðrið. So eg havi einki neiligt at siga um teir, sigur Magnus Powell við Norðlýsið.

 


Hini keypini

Av hinum keypunum, so undraði tað kanska, at KÍ fór eftir Filip Brattbakk hjá 07 Vestur, meðan miðverjin Adam Ben Lamin, ið tykist hava verið valdur fremst sum makkari til Odmar Færø, ikki hevur sæð so sannførandi út higartil.

- Filip hevur ein móti einum spæli, sum vit hava brúk fyri. Hann burdi havt skorað fleiri mál í venjingardystunum. Hann er skjótur og góður til kontraspæli. Hugsanin var kanska heldur ikki, at hann skuldi vera fastur leikari, tí tað er ikki nakar dýrur leikari fyri okkum. Hann er ungur og hann kennir føroyskan fótbólt. Hann hevur gjørt tað gott, men kann blíva enn betri. Hann spælir saman við Robert Williams í vinstru síðu, og teir eru báðir nýggir á liðnum, men teir mennast fyri hvønn dag.

- Adam Ben Lamin hevur ikki spælt síðani september. So hann skal koma ordiliga í gongd. So vit hava valt at geva honum minuttir, so hann kemur í form. Men kappingin er hørð, tí vit hava eisini Børga Petersen, Deni Pavlovic og Gastón Tellechea, sigur KÍ-venjarin.

 


Fáir skaðar

Meðan 2024 var merkt av sera nógvum skaðum hjá KÍ, so hevur støðan verið øðrvísi í 2025, har teir flestu leikararnir hava verið tøkir allar venjingardystirnar. Her kann tað hava havt týdning, at ein fakliga sterkur vøddaviðgerði úr Svøríki, Lucas Lund, er komin við Magnusi úr Østersunds.

- Tað hevur havt eina høga raðfesting at sleppa undan skaðum, og tað var tí, at eg tók Lucas við mær úr Østersunds til at verða fulltíðar vøddaviðgeri. Hann fær arbeitt við leikarunum um dagarnar, og vit hava stórt sæð ongar skaðar havt. Hann hevur havt stóran týdning. Vit tosa nógv saman um leikararnar t.d. um, hvussu nógv teir skulu spæla, tá teir eru komnir aftur frá skaða o.s..v. Viðhvørt skal man geva tíð til at fáa leikararnar aftur, tí tað nyttar ikki at fara frá 0 til 100 minuttir í einum. Vit hava eisini avlýst fleiri venjingar á vøllinum, tá hann hevur verið frystur, tí tað er so skjótt at fáa t.d. lærkrikaskaðar. T.d. hava Jonn Johannessen og Mads Boe Mikkelsen verið frískir síðstu tíðina og eg kenni teirra skaðasøgu, so vit ansa eftir teimum, sigur Magnus.

 


Bjóðaðu ikki Brandi sáttmála

Annað árið á rað var tað ikki KÍ, men NSÍ sum gjørdi størsta ’’keypið’’, tá NSÍ skrivaði sáttmála við landsliðsleikaran Brand H. Olsen eitt ár eftir, at Petur Knudsen gjørdi sáttmála við NSÍ. Norðlýsið tók sum givið, tá hetta var kunngjørt, at KÍ hevði verið eftir Brandi, men so var ikki. KÍ valdi ikki at bjóða Brandi sáttmála.

- Tað var ein samlað meting sum gjørdi, at vit valdu ikki at bjóða Brandi ein sáttmála. Jákup B. Andreasen var á veg aftur og frammanundan hava vit René S. Joensen, Hallur Hansson, Deni Pavlovic og Dávid B. Andreasen til hasi plássini. Vit mugu hugsa um, hvussu nógvar leikarar vit skulu hava til hesi plássini, og so spælir tað fíggjarliga eisini inn. Brandur er ein sera góður leikari og ein sum vit kanska høvdu roynt at fingið, um t.d. Jákup var langtíðarskaddur. Vit kunnu ikki hava ov nógvar ’’stjørnur’’, tí vit mugu eisini hava teir ungu sum Dávid og Martin við, sum ikki kosta í nærheitini av, hvat ein sum Brandur kostar. So tað var ein samlað mynd útfrá nógvum viðurskiftum sum gjørdi, at vit ikki valdu at bjóða Brandi sáttmála, sigur KÍ-venjarin um hesa avgerðina.

 


Smálutirnir

Uppundir kappingarbyrjan hevur sjúka rakt hópin, men Magnus Powell ger ymisk átøk fyri, at smitta ikki skal oyleggja meir enn neyðugt. M.a. hevur hann kravt, at leikararnir hava hvør sín vatndunk undir venjing, har allir frammanundan vóru felags um dunkarnar. Eisini ynskir hann t.d., at báðir málverjarnir sita langt frá hvørjum øðrum í skiftirúminum, so at báðir ikki verða sjúkir í senn. - Men leikarar hava familju heima, so KÍ fær ikki vart seg fyri sjúku, men vit kunnu gera okkara at minka um smittuvandan, sigur hann.

 

Lokalur bjóðar av

Mong KÍ-viðhaldsfólk hava síðani 2017 saknað lokala tilgongd, tí síðani Jóannes K. Danielsen spældi seg inná liðið í 2017, so hevur eingin lokalur leikari spælt seg til fast pláss á liðnum. Tað eru kanska heldur ikki útlit fyri at broytast í 2025, men 20 ára gamli Dávid B. Andreasen hevur verið sannførandi, tá hann er skiftur inn i fleiri av venjingardystunum og tey sum hava fylgt við venjingum hava sæð, at hann telist millum leikararnar við størst orku í hópinum í ár.

- Dávid er tann sum hevur yvirraskað meg mest ímun til tað, sum fólk tosaðu um frammanundan. Hann hevur vant nógv í vetur, og tað merkist. Hann hevur staðið seg væl í fleiri av venjingardystunum. Hann hevur stórar skógvar at fylla, tí hann kemur frá einari stórari KÍ-familju. Men hann er ein góður leikari, sum rennir mest av øllum til hvørja venjing sambært okkara tølum. Hann var ein, sum vit umhugsaði at útleiga, men tað er ikki uppá tal nú, tí hann hevur gjørt tað so gott og hevur allar møguleikar til at blíva betri og betri.

- Akademiið er eitt maraton. Tí tað tekur langa tíð at byggja eitt gott umhvørvið upp við leikarum, venjarum o.s.v. Eg vænti tað verður torført komandi árini at vænta, at ein-tveir leikarar koma ígjøgnum hvørt ár. Tað sum hevur týdning er at arbeiða rætt og hart og menna leikarar til t.d., hvat krevst í fótbólti ikki bara nú, men um fimm ár. Tað tekur minst 10 ár til man sær úrslit av akademivenjing, og tá tosi eg útfrá svenskum fótbólti. Í Norra hava feløgini 11-12 fulltíðarvenjarar á akademium, sum fótbóltssambandið fær goldið til samanberingar, sigur KÍ-venjarin.

 


Næstbesta liðið

Eitt samtalu evnið í KÍ-umhvørvinum síðstu árini hevur verið, hvussu teir ungu leikararnir eru brúktir. Til nógv umfør hevur tað verið soleiðis, at ungir leikarar hava spælt 45 minuttir á næstbesta liðnum leygardag og so í besta føri 10-15 minuttir sunnudag við besta liðnum. Nógvir av hesum leikarunum eru nú farnir til onnur feløg, summir útleigaðir.

- Teir sum ikki eru við í dystarhópinum og teir yngru leikararnir í hópinum koma at spæla 45 minuttir umframt teir, sum hava brúk fyri dystarvenjing. Vit koma kanska at rotera millum nakrar leikarar. Men vit koma kanska ikki ofta at síggja leikarar sum Claes Kronberg og Deni Pavlovic, tí eg vænti ikki, at teir eru motiveraðir at spæla í 1.deild uttan so, at teir merkja sjálvir, at teir hava brúk fyri dystum.

- Trupulleikin er, sum eg segði í 2021, tá eg var í 07 Vestur, at 1.deild skuldi spælt aftaná Betri Deildina. Tá høvdu vit fingið nógv betri møguleikar at ment ungu leikararnar, sum høvdu sloppið undan at spælt 45 minuttir, tí teir kanska skulu spæla dagin eftir á besta liðnum. Vit vóna, at kunna flyta nakrar dystir til sunnudag ella mánakvøld aftaná Betri Deildina móti liðum, sum hava sína næstbestu lið í 1.deild, men hjá summum ávirkar tað so aftur U21-liðini, sum spæla mánakvøld. Har haldi eg, at U21-liðini heldur kundu spælt leygardag. Men mann hugsar bara um tey, sum hava síni bestu lið í 1.deild og ikki hvat er best fyri menningina hjá føroyskum leikarum, sigur hann.

 


KÍ, NSÍ og Víkingur

KÍ og Víkingur hava verið tey bestu liðini síðstu árini, men okkurt bendur á, at serliga NSÍ kann fara at bjóða av í ár í eini kapping, sum svenski venjarin heldur í miðal hevur lægri leikferð enn t.d. næstbesta deildin í Svøríki.

- Tað er stórur munur á toppliðum og botnliðum í ár. Leikferðin er hægri í Svøríki og Norra, eisini í næstbestu svensku deildini við undantøkum. Men vit, NSÍ og Víkingur eru á tí stignum. Dystirnar móti teimum eru góðir dystir. Vit royna at leggja uppá á hesum øki við at venja við høgari leikferð, nógvum nærdystum og endurtrýsti. Onkran venjingardyst hevur ein sæð tað, at leikararnir hava verið tungir, tí vit hava vant so hart uppundir.

- Fyrsu vikurnar eru tað vit, NSÍ og Víkingur, sum hava avrikað best. Men B36 hevur eitt okay lið og um HB fær onkrar nýggjar leikarar afturat, so eru teir eisini har. Skaðar spæla eisini inn hjá øllum, so handan støðumyndin kann skjótt broytast, sigur Magnus Powell undan kappingarbyrjan.

- Í Conference League og kappingini um løgmanssteypið kunnu lutakast og hepni spæla inn, men í landskappingini vinnur tað besta liðið yvir longri tíðarskeið. Tað týdningarmiklasta er at vinna FM. Tað er kappingin sum sigur, hvat tað besta liðið er og kappingin sum gevur Champions League og mest pengar, sigur Magnus Powell at enda við Norðlýsið.

 


Fakta um Magnus Powell

Land: Svøríki

Aldur: 50

Feløg sum leikari: Ørebro SK, Helsingborgs, Lillestrøm, Lyn og GIF Sundsvall

Feløg sum høvuðsvenjari: Egersund, Levanger, Sandefjord, 07 Vestur og Østersunds

Útbúgving: A-licens

 


Keldur:

FaroeSoccer

Transfermarkt

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggjur vøllur á Svangaskarði
Hákun deknur í 30 ár
Magnus Powell: Høvuðsmálið er at vinna F…
Annika og Rannvá vitja Norðlýsið
“Nónhamar” dregur lív til sín
Berara­kann­ingar fyri deyðiligar ílegusjú…
Frá Útskiftingar­nevnd­ini í Haraldssun…
Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum
Nógvir norð­oy­ingar í øðrum feløgum
Komið øll við á Djúpumýru
Mjølnir vann á finaluliðinum
Klaksvík­ingur fekk Lesaravirðislønina
Glóðheiti Branco á pall til Tórsfest
Myndarøð: Tónlista­skúlin og Dansifelagið…
Heilsan til Jóhannu Petersen á 100 ára d…
Minningarorð - Erling Joensen
Hjalgrím fyrsti gestur í nýggju fótbólts…
Samráðingarnar millum Kommunala Arbeiðs…
Nývalda Eldraráðið havt sín fyrsta fund
Mjølnir - Fleyr í kvøld