Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jóhan Christiansen og Eirikur í Jákupsstovu vera nýggj landsstýrisfólk fyri Tjóðveldi

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  07.03.2025 - 10:56 Politikkur Tíðindaskriv

Sirið Stenberg verður landsstýriskvinna í Uttanríkis- og Vinnumálum, Eirikur í Jákupsstovu verður landsstýrismaður í Almanna- og Mentamálum og Jóhan Christansen verður landsstýrismaður í Fiskivinnu- og Samferðslumálum

 

 

Vit gera eina rokadu í landsstýrinum.

Sirið Stenberg verður landsstýriskvinna í Uttanríkis- og Vinnumálum, Eirikur í Jákupsstovu verður landsstýrismaður í Almanna- og Mentamálum og Jóhan Christansen verður landsstýrismaður í Fiskivinnu- og Samferðslumálum.

Í kjalarvørrinum av at Dennis Holm fyri viku síðani fór úr sínum sessi í landsstýrinum, varð neyðugt at velja eitt nýtt landsstýrisfólk at umsita í Fiskivinnu- og Samferðslumál.

Aðalstjórn og landsstýris- og tingmanning hava í vikuni viðgjørt møguleikarnar, og eru samd um, at løtan er røtt at gera eina rokadu. Hetta merkir at Høgni Hoydal fer úr landsstýrinum. Tingbólkurin verður nú, Hervør Pálsdóttir, Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen, Annika Olsen, Dennis Holm og Liljan Weihe.

Jóhan Christiansen er 47 ára gamal og er rakstrarstjóri hjá Ocean Rainforest, og bachelor í stjórnmálafrøði. Hann var borgarstjóri fyri Tjóðveldi í Eysturkommunu frá 2009 til og við 2020. Hann hevur stillað upp til Løgtingsvalið í 2015, 2019 og 2022.
Hann býr í Leirvík saman við konuni og eiga tey tvey børn. Jóhan er limur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag.

 

Eirikur í Jákupsstovu er 37 ára gamal og er Tingmaður fyri Tjóðveldi. Hann stillaði fyrstu ferð upp fyri flokkin í 2022, og kom inn á Ting sum varamaður tá vit fóru í samgongu.
Hann er útbúgvin løgfrøðingur og arbeiddi fyri flokkin áðrenn hann stillaði upp í løgtingsval. Hann býr í Klaksvík saman við damuni, og eiga tey trý børn. Eirikur í Jákupsstovu er limur í Norðoya Tjóðveldisfelag

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…