Lýsing
Lýsing
Lýsing

Linda Andrews á Summar Festivalin

SKRIVAÐ: Summarfestivalurin  |  08.03.2025 - 21:31 Mentan Tíðindi

Kenda songkvinnan kemur heim at spæla á landsins størsta tónleikatiltaki

 

Songkvinnan Linda Andrews fer at hava konsert á Summar Festivalinum í ár.

Fyri umleið tretivu árum síðani flutti hon til Danmarkar at royna seg sum songkvinna, og væl hevur gingist henni.

Hon fekk stóra gjøgnumbrotið í breiðu fjøldini, tá ið hon í 2009 vann donsku X Factor kappingina. Hon vann kappingina sannførandi við framúr framførslum og einari fantastiskari rødd.

Linda hevur útgivið átta plátur, og tvær av teimum hava fingið sonevnda platin-heiðursløn fyri sølu í Danmark.

Hon hevur eisini verið sera virkin sum kórsangari og hevur sungið saman við eitt nú Blå Øjne, Clemens, The Antonelli Orchestra, Carolu, Johnny Logan, SNAP og fleiri. Hon hevur eisini fleiri ferðir verið kórsangari í Grand Prixnum og hevur stjórnað fleiri kórum.

Linda Andrews hevur framførslu á Summar Festivalinum, sum verður hildin dagarnar 7. til 9. august.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík