Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Finn Johannesen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  09.03.2025 - 18:00 Tíðindi Veðrið

Tað fer at vera høgætt alla vikuna, sum stendur fyri framman. Høgættin er komin longu í gjár (leygardagin), og vit skulu ikki rokna við at sleppa av við hana og kuldan næstu vikuna.

 

Eitt hátrýst fer at liggja sunnan fyri Ísland alla vikuna og senda kalda luft av leiðunum við Eysturgrønland niður til okkara. Einki brúgvalag við nógvum avfalli sæst í veðurkortunum fyri næstu 7 dagarnar, men luftin er óstøðug, og tá er vanliga ælaveður – ikki bert regn, men eisini vátakavi ella kavi.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Hann fer at koma høgt (norðan) um morgunin og út á seinnapartin, 5 til 10 m/s, men sum frá líður gongur hann vesturum til útnyrðing. Loftið allan dagin skýggjað við sólglottum og ælaveðri, í støðum kanska við vátakava ella kava. Hitin millum 1 kuldastig og 5 hitastig.

Týsdagin:

Fer at liggja høgt allan dagin (norðan), 10 til 15 m/s. Loftið skýggjað og ælaveður við vátakava ella kava. Um kvøldið minkandi vindur. Hitin fer at liggja millum frostmarkið og 4 hitastig.

Mikudagin:

Aftur norðan, men minni vindur enn dagarnir áðrenn, 3 til 8 m/s. Í erva hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið veksur vindurin upp í 5 til 10 m/s.  Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.

Hósdagin:

Hann fer eysturum til landnyrðing, 3 til 8 m/s, og sum frá líður minkar vindurin niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Loftið skýggjað og yvirhøvur turt, men um náttina regn ella vátakavi vestaneftir. Hitin millum 1 kuldastig og 4 hitastig.

Fríggjadagin:

Hann fer at liggja av landnyrðingi, 5 til 10 m/s – men um kvøldið eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Fyrrapartin hálvskýggjað og regn ella vátakavi, men seinnapartin yvirhøvur turt. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan
Umvæling av ambulatorii­num til skopi og…