Tónlistarlig nýskapan á G! 2025 – ULD & Emil Kárlsen
Vit eru í dag fegin um at kunngera tvey nøvn á G! skránni 2025, ið á hvør sín hátt mynda nýskapan og nýtulkan av tí siðbundna, norsku ULD og sámiska Emil Kárlsen.
ULD – Norsk gentutrio vevur vakurt teppi av fortíð og nútíð
Tað er ein sera spennandi tíð beint nú. Norski ungdómurin er av sínum eintingum farin at kanna sín tónleikaliga uppruna. Og sum vera man, flættast við hesum fortíð og nútið til eitt vakurt teppi av fólkatónleiki, djassi og poppi. Tað er langtandi men eisini púra viðkomandi.
ULD úr Norra er ein gentutrio, sum veruliga hevur funnið eina ómetaliga stóra spæligleði í hesum tónleikaliga kanningararbeiði. Og hendan spæligleði røkkur væl av pallinum.
Bólkurin er nýggjur, men hevur bergtikið øll í heimlandinum, og fyrstu konsertirnar hava allar verið útseldar. Eisini fær bólkurin í grein hjá NRK heitastu viðmæli frá fleiri av teimum hægst virdu tónleikarunum í Norra (https://www.nrk.no/kultur/xl/bandet-uld-er-en-av-de-store-snakkisene-i-musikkaret-2024-1.17114684).
Emil Kárlsen – Kom og joika av nýggjum
Í øldir hava náttúrufólk uppi úr Norðurnorra joika úti á frostbitnu ongunum, har tey hava reikast við sínum reinsdjórum. Hesin aldargamli sigur, at joika, sum er ein heilt serligur máti at syngja, verður enn hildin á lívið. Og ein sum megnar at halda arvinum í hevd er sámin Emil Kárlsen, sum til konsertir fortelur um hvussu hvørt hús hevur sítt egna joik. Emil Kárlsen er eisini ein sum veruliga megnar at endurnýggja mátan at nýta hendan serstaka sangháttin, tá ið hann flættar upprunatónleik við modernaðan popp og rokk.
Kom og uppliva Emil Kárlsen og hvussu hann megnar at joika av nýggjum, tá ið hann við vælupplagda bólki sínum kemur at framføra á G!
G! Festival verður dagarnar 17.-19. juli 2025.