Øssur Kjølbro, sóknarprestur helt røðuna í Varpinum
Tað var ein sera hátíðarlig løta í Varpinum í Klaksvík í dag, tá Grækarismessuhaldið fór fram har í sera snotuligu umstøðunum, sum Varpið hevur at bjóða. Anfinnur Heinesen, stjóri í húsinum bjóðaði vælkomin og ikki minst setti hornorkestrið sín dám á løtuna, saman við gulu og grønu skótunum í Klaksvík, Eftir felagssang flutti Øssur Kjølbro fram røðuna, ið vit prenta her niðanfyri. Eftir røðuna, var boðið til kaffi og ábit.
Grækarismessurøða
Í Varpinum mikudagin 12. mars 2025 kl. 17.00
Góðu skótar og hornblásarar, góðu áhoyrarar!
Tað var seinnapartin fríggjadagin! Eg stóð við telduna heima, upptikin av onkrari arbeiðsuppgávu – vindeygað var opið, tí veðrið var so gott. Tá hoyrdi eg brádliga tað ljóðið, sum altíð fangar oyrað, tá ið tað hoyrist fyrstu ferð í ár! Og tá ið eg leyp yvir til vindeygað, vóru tað enntá tvey tjøldur, sum so paralig flugu beint framvið! Flogið var so lætt; tey sóu út til at vera glað fyri at vera komin heimaftur!
Tað er løgið, at tað vekir so sterkar kenslur í okkum hvørt vár – at hoyra hetta sama klippið. Ella at síggja fyrsta tjaldrið, kanska rinda møðina og nóg illa orka at láta. Vit halda sum so ikki grækarismessu, tí at tjaldrið kemur. Men tjaldrið er boðberi um vár og ljósari tíðir!
Sum Jákup Dahl, próstur, yrkti, tá ið hann bjóðaði tjaldrinum vælkomnum, kemur boðberin ofta í góðari tíð! Tí:
... langt er her enn til summarsligt lag,
enn fannir fjøllini fjala;
og frostbitin er hvør túgva at sjá,
enn rokur á firðum mala.
Men kemur tú, tjaldur, ár eftir ár,
tú, boð um ljósari tíðir,
so skal tað kennast um landið alt,
tað tekur at sumra umsíðir.
Tað er so menniskjaligt at vóna, at tíðirnar verða betri. Og tjaldrið ímyndar ta afturvendandi vónina um, at tað enn einaferð fer at ljósna og spíra, og vaksa og blóma - eftir ein drúgvan og strævnan vetur.
Tjaldrið minnir eisini okkum menniskju á, at her er gott at vera! At tað loysir seg at satsa upp á tilveruna her - friðin og lívið og møguleikarnar her. Tí her vil tjaldrið reiðrast og finnur føði. Tað nýtist ikki nakra herferð, sum sigur "vit velja Føroyar"; tjaldrið trýr hvørt ár uppá tað – og kemur aftur!
Jú, hvønn vetur síggja vit fram ímóti – og skeita í álmanakkan eftir - grækarismessu!
...
Men tað er eisini løgið, at tá ið so várið endiliga er komið – og summarið við – at vit so skjótt gloyma gleðina á grækarismessu. Tí ofta gremja vit okkum um, at várið er so kalt í ár. Ella at summarið er einki serligt í mun til fyrr. Tí "fyrr var altíð kavi á jólum, og sólin skein alt summarið". Og so skunda vit okkum kanska at pakka kuffertini og flúgva móti heitari londum. Júst ta árstíðina, tá ið sjálvt náttin er ljós og lívið blómar upp á tað besta og margfeldið í náttúruni er allarmest spennandi at sansa.
Føroyingar tosa altíð um veðrið, sigst. (Tað er nokk ikki bara í míni familju...) Og tá meina vit ofta við at gremja okkum um veðrið. Ikki tí, vit høvdu nokk væl tolt, at veðurlagið var eitt sindur mildari. Men hvussu hevði nú verið, um veðrið í Føroyum var nógv betri enn nú? Høvdu vit verið nøgdari, tá ið samanum kemur? Er menniskjað ikki so, at jú meira, vit fáa, jú meira krevja vit? Høvdu vit so ikki bara gramt okkum um okkurt annað í staðin fyri? Og høvdu Føroyar verið so friðsælar, um vit kundu kappast við Gran Canaria um veðurlagið?
...
Tá ið eg var lítil, plagdu vit meir ella minni at kappast um, hvør fyrstur segði seg hava sæð ella hoyrt eitt tjaldur. Míni børn brosa at mær, at í so máta eri eg ein smádrongur enn – og tað havi eg í grundini einki ímóti. Tí hvat er betri enn at vera fyrstur við góðum boðum?
Tá vóru biltúrarnir heldur ikki so nógvir sum nú. Men tá ið ein so nakrar fáar ferðir um árið fór ein túr í Eysturoynna ella til Havnar, ja, so høvdu børnini á baksetrinum ikki annað at gera enn at hyggja út gjøgnum vindeygað, meðan pápi ella mamma kanska fortaldu søgur ella sagnir – ella kanska settu navn á bygdir, fjøll ella skip, sum leiðin lá framvið.
Eg hugsi, at biltúrarnir ikki akkurát eru soleiðis longur. Hvat er spennandi og hvat ein gongur uppí, broytist við tíðini, og tað er sum so natúrligt. Men munnu barnaeyguni nú á døgum ikki vera nógv meira bundin at tí lítla vindeyganum í hondini? Sum vísir okkum allan heimin, um vit vilja, men ger tað, sum er beint rundan um okkum, minni áhugavert? Tann lítli skíggin, sum vit vaksnu helst sjálv hava givið børnunum.
Ein kann eisini spyrja, hví ein skal royna at fáa eyga á eitt tjaldur framvið vegnum, tá ið tú bara kanst hyggja á facebook ella instagram eftir myndum hjá øðrum, sum sóu tjaldrið áðrenn tú? Kanska á áhugaverda bólkinum "Fuglar í Føroyum", ella kanska ein mynd hjá Olivur á Norðlýsinum?
Men hvussu dugnalig myndafólkini eru, er tað ikki tað sama at síggja eina mynd - sum sjálv at vera til staðar, síggja við egnum eygum og sansa við øllum sansum! Tey fótbóltsáhugaðu kunnu nokk eisini vera samd í, at tað er fínt at hyggja eftir einum grønum skíggja í stovuni, men at tað er hópin stuttligari sjálv at vera á stadion og uppliva dystin! Líka sum tey, ið sjálv upplivdu hondbóltsbrøgdini í Berlin og Basel í fjør, uttan iva eiga tey ríkastu minnini.
Soleiðis eisini við vakra landi okkara! Ein vøkur mynd á skíggjanum ella ein livandi málningur á stovuvegginum kann hugtaka. Men kann ikki sammetast við sjálv at fara út í náttúruna - hoyra og síggja ymsu fuglarnar og seyðin; merkja skiftandi lendið undir fótunum; lukta grasið og frísku luftina; smakka reina vatnið – og fáa reyðar kjálkar av lotinum ella sólini - og av at røra seg. Ja, at sansa tað yðjandi lívið og margfeldið.
...
Tí eri eg so glaður fyri skótarørsluna! Tí umframt at geva okkum heimsins bestu leiðaraútbúgving, lærdi og lærir skótarørslan okkum eisini at hava ans fyri náttúruni. At ferðast í henni, njóta hana og virða hana.
Tá ið eg var skóti, sungu vit ofta "Fram eftir fríðum fløtum" hjá Sverra Fon. Nú dámdi mær betur fløturnar enn skorarnar og teir brøttu tindarnar, sum hann eisini yrkir um. Men skótarnir læra okkum tað sama, sum skaparin gav fyrstu menniskjunum boð um: Tey skuldu dyrka Eden urtagarð og varða um hann! Henda javnvágin er so umráðandi. Javnvágin millum at njóta og nýta náttúruna – og so at ansa eftir henni, verja hana.
Og so høvdu patruljurnar – ella deildirnar – altíð fuglanøvn. Tað sigst eisini, at skótarnir eiga sín lut í, at føroyingar fingu størri virðing fyri fugli, og at summi fuglasløg vórðu friðað.
Sjálvur var eg partur av "Ternuni". Onkuntíð øvundaði eg teimum í tjaldrinum, tí eg helt, at tjaldrið var vakrari, hábærsligari og meir sjarmerandi enn tann snjalla, spíska og mangan óblíða ternan - og so var tjaldrið eisini tjóðfuglur. Men tað var sjálvandi plástur á sárið, at vit sum oftast vunnu innanhýsis kappingarnar móti Tjaldrinum og Vípuni.
Ein grund til, at eg nevni skótarnar nú at enda, er eisini, at Skótalið Magnus Heinasonar – betur kent sum KFUM-skótarnir í Klaksvík – har eg sjálvur eigi sera mong rík minni, kunnu hátíðarhalda 80 ára stovningardagin í ár. Eg skilji, at tað verður hildið her í Varpinum flaggdagin, líka sum Skótalið Nólsoyar Páls helt sín 80 ára dag á grækarismessu í fjør. Og so mugu vit sjálvandi ikki gloyma Klaksvíkar Hornorkestur, sum 5. mai í ár kann halda 75 ára stovningardagin!
Hjartaliga til lukku, tit øll! Ymiskir felagsskapir, sum tó allir hava til felags, at tit sjálvboðin og ólønt bæði ríka um felagslívið í býnum - og seta tykkara góða dám á tær mongu árligu løturnar sum hesa! Takk fyri tað!
Gott vár, øll somul, og takk fyri, at tit lurtaðu!