Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sambandsflokkurin vil hava besta figgingarleist til Suðuroyartunnilin

SKRIVAÐ: Sambandsflokkurin  |  15.03.2025 - 16:48 Politikkur Tíðindaskriv

Í Føroyum hevur leingi verið arbeitt uppá at binda allar oyggjarnar saman við góðum undirstøðukervi. Í dag heldur Sambandsflokkurin landsfund í Suðuroy, har tað í nógv ár hevur verið eitt ynski – og ein ætlan – um at knýta Suðuroynna uppí restina av Føroyum við einum tunli.

 

“Sambandsflokkurin vil knýta Suðuroynna saman við restini av Føroyum og tryggja støðugt ferðasamband við einum tunli. Hendan íløgan í undirstøðukervið má gerast, tí tað er ein neyðug íløga fyri Føroyar”, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

Sambandsflokkurin skjýtir í hesum sambandi upp, at Suðuroyartunnilin verður fíggjaður umvegis eitt statslán úr Danmark fyri at tryggja bestu rentuna, og harvið verður tunnilin bíligari.

Eitt annað evni á landsfundinum er trygdarpolitiska støðan. Heimsskipanin, sum vit kenna hana, er undir trýsti, og tí heldur Sambandsflokkurin, at tað er umráðandi, at vit í Ríkisfelagsskapinum standa saman. Sambandsflokkurin vil gagnnýta tað trygdarnetið og teir stórrakstrar fyrimunirnar, ið eru í Ríkisfelagsskapinum. Tó, er tørvur á at tryggja, at allar uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiskar avgerðir, ið ávirka Føroyar, skulu avgerast í Føroya Løgtingi.

“Saman eru vit sterkari, og tað ger seg serliga galdandi í hesum broytingartíðum. Vit vilja varðveita Ríkisfelagsskapin og gera hann tíðarhóskandi, men vit hava tørv á at formalisera og víðka um sjálvsavgerðarættin hjá Føroyum, soleiðis at tað eru føroyingar, ið ráða yvir tí, ið fer fram á føroyska matrikklinum”, sigur Bárður á Steig Nielsen.

 

Sambandsflokkurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…