Lýsing
Lýsing
Lýsing

Marglætis skúli við marglætis avbjóðing

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  17.03.2025 - 14:34 Mentan Myndarøð Tíðindi

Húsarhaldsskúli Føroya letur upp fyrsta dagin í nýggjum hølum í miðbýnum í Klaksvík.

Tá ið apríl eru um at verða liðin, man ikki vera nógv eftir til at skúlin er tøkur og innbúgvið saman við lærarum og nnæmingum kann flyta inn.

Hetta er sanniliga ein marglætis skúli - átøkur einum 3 ella 4 stjørnaðum hotelli. Har eru 22 ógvuliga rúmlig kømur við bað og wc inni, og afturat teimum tvey fyri koyristólsbrúkarar.

Køkurin er sum á einum røttum hotelli av góðum grundum, tí her skulu nógvir nnæmingar standa um tær mongu grýturnar.

Kømrini eru, sum sagt ógvuliga rúmlig, ætlað tveimum næmingum hvør. Og útsýnið er ikki minni gott um allan býin. Sama er í skúlastovunum, so ivaleyst verður onkuntíð torført hjá næmingunum at hugsavna seg um frálæruna, heldur enn um tað, sum fyrifert uttanfyri - í miðbýnum.

Men skúlin hevur longu nú ein marglætistrupulleika. Eftirspurningurin er metstórur. Tó at teir fyrstu 35 næmingarnir longu eru uppskrivaðir, standa enn 100 næmingar á bíðilista! So áðrenn skúlin er liðugur, er hann ov lítil, kanst tú siga.

Hetta er at fegnast um - At hava fingið ein so glæsiligan skúla, sum hevur so stóran eftirspurning, man vera ein góð kensla hjá fyrireikarunum, har skúlastjórin, Jóhanna á Tjaldrafløtti er ein teirra.

Har eru fleiri rúmligar hallir - umframt ymsir flytiligir veggir, sum kunnu klúgva ella vaksa stovurnar og tey stóru rúmini.

Alt inni tekur tíðiligt skap og málararnir, sum vanliga eru teir síðstu hondverkararnir, ganga títtir um hvønn annan.

Vágbingarnir, sum vitjaðu skúlan í vikuskiftinum, komu við einum hugskoti: Kanska áttu tit eisini at skipa fyri einum húsarhaldsskúla-skeiði bert fyri dreingir!? Hetta so at dreingirnir eisini tordu at halda seg framat. Tó, tað er komið fyri, at dreingir hava teknað seg til Húsarhaldsskúlan, hóast tað ikki er so oftani.

Ein rættiliga spennandi bygningur og skúli við frálíkari staðseting - mitt í býnum, við allar besta útsýni. Her kemur ungdómurin við vissu at trívast væl.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík