Lýsing
Lýsing
Lýsing

Góð úrslit hjá Trygd í 2024

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.03.2025 - 10:38 Tíðindi Vinna

Trygd kann staðfesta eitt gott úrslit fyri 2024, við einum avlopi á 23,3 mió. kr. fyri skatt. Tryggingarinntøkurnar øktust og íløguavkastið var gott, og harumframt fingu sera nógvir tryggingartakarar ágóðan av síni trygging, tí munandi fleiri skaðar vórðu fráboðaðir í 2024, enn árið fyri.

 

                                                                                                            

”Vit fegnast um gongdina við burðardyggum vøkstri og góðum íløguavkasti. Vit arbeiða alsamt við at betra um kundatænastuna, og fegnast um, at kundanøgdsemið er gott. Í Trygd leggja vit dent á at tálma rakstarútreiðslunum, samstundis sum neyðugar íløgur verða gjørdar í talgilding og menning og dagføring av skipanum”, sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd.

Avlopið eftir skatt var 19,2 mió. Úrslitið er gott, hóast tað er nakað lægri enn árið fyri. Umframt at vera merkt av øktum skaðaendurgjøldum, er úrslitið eisini merkt av, at avsetingarnar til skaðar, sum broytast yvir longri tíðarskeið, vórðu hækkaðar, fyri at langtíðartryggja fíggjarligu støðuna hjá felagnum.

Inntøkurnar frá tryggingargjøldum vuksu við 9,6 mió. kr. til 178,3 mió. kr. í fjør. Útreiðslurnar til skaðaendurgjøld vuksu lutfalsliga meiri, við 15,9 mió. kr. til 114,5 mió. kr.

Vøksturin í tryggingarinntøkum komst serliga av meirsølu til verandi kundar, tilgongd av nýggjum kundum og prísvøkstri á tryggingargjøldum. Øktu skaðaútreiðslurnar eru serliga orsakað av fleiri skaðafráboðanum, enn undanfarin ár, umframt at umvælingarkostnaðurin fyri skaðar støðugt dýrkar.

 

Umráðandi at dagføra tryggingar javnan

Tryggingartørvurin broytist so hvørt, sum lívsumstøðurnar broytast. Tí er tað sera umráðandi, at tryggingar verða dagførdar javnan.

”Vit vilja so fegin, at fólk gerast varug við hetta. Um skaði hendir og tryggingarnar ikki eru í lagi, kann tað hava við sær álvarsligar avleiðingar fyri einstøku familjuna. Tí arbeiða vit støðugt við at gera tað lætt fyri fólk at vera rætt og væl tryggjað. Av somu orsøk er eisini umráðandi fyri okkum at veita skjóta og góða skaðaviðgerð. Tað skal vera lætt at fáa endurgjald fyri dekkaðar skaðar”, sigur Anna Mohr Holm.

Tað er lætt at boða frá skaðum umvegis nýggju heimasíðuna hjá Trygd – serliga á telefonini. Hetta er ein liður í arbeiðinum at gera tað lættari at vera kundi. Kundanøgdsemiskanningin í 2024 vísti nøgdar kundar, sum siga seg fáa góða tænastu, so tað hevur virði at leggja alsamt størri dent á kundasambandið.

Úrslitini í tølum:

  • Avlop fyri skatt: 23,3 mió. kr.
  • Tryggingartekniskt úrslit: 14,9 mió. kr.
  • Bruttoinntøkur frá tryggingargjøldum: 178,3 mió. kr.
  • Endurgjaldsútreiðslur: 114,5 mió. kr.
     

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bjarni Hammer tekur ikki undir við broyt…
KÍ-kvinnur­nar byrja á heimavølli mikukvø…
Fyrsta FM-finalan í Polestar-deildini á…
Eyðstein: Sjófeingis­lógin hóttir okkara…
FNU setur aðalskrivara
Góð úrslit hjá Trygd í 2024
Ebbb – Bretar bjóða tónleika­sløgu­num av
Tað verður tosað grønt, men handlað svar…
Tann misvísandi milliardin
Ein festlig konsert í Varpinum
Nógv fólk á kunningarfundi um møguliga s…
Hvat sigur fiski­frøðin nú? og hava tit v…
FMA í Varpinum
Plakatir - Arnold Vegghamar
Kunningarfundu­rin fluttur í Miðhøll­ina á…
Enskt-lærari til Sjónám
Marglætis skúli við marglætis avbjóðing
Nógv rokan og fiskur kring Nónhamar
Hugaligt í Norð­havnini
Norðborg settið á vrakið av Helenu