
Bjarni Hammer tekur ikki undir við broytingum í sjófeingislógini
Tað er ongin loyna, at eg taki sjálvandi ikki undir við uppskotinum um broytingar í sjófeingislógini, soleiðis sum tað fyriliggur, sigur Bjarni Hammer undir 1. viðgerð av lógarbroytingini. Serliga er tað møguleikin fyri at avreiða meira uttanlands, sum býður honum ímóti, men yvirskipað eisini tað, at tað verður komið í tíð og ótíð við umfatandi nýskipanum av einum vinnulívi, sum mest av øllum hevur brúk fyri stabiliteti. Eisini væntar hann, at verður hetta samtykt, verður tað bara rullað aftir í næsta valskeiði.
– ”Eg taki ikki undir við tí (uppskotinum, blðm.), sum tað fyriliggur; tað geri eg ikki”, sigur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin og harvið fyri samgonguna. – ”Hjá mær er tað serliga tað, at man ætlar sær at lóggeva arbeiðspláss av landinum; fyrst vildi man lata heilt upp í 50% av uppsjóvarfiskinum fara av landinum. Tað er so komið niður á 25%, men tí taki eg heldur ikki undir við. Tað ber slett ikki til. Eitt land sum Føroyar má eitt ella annað stað verja tey føroysku arbeiðsplássini”, sigur Bjarni, og heldur fram:
– ”At fiskurin er ogn Føroya fólks merkir eisini, at arbeiðarin í Føroyum má sleppa framat at virka fiskin í Føroyum og at fáa tjent tær krónurnar, sum eru at forvinna. Okur vita, hvussu tað er í fiskivinnuni á landi; tey sum arbeiða har, hava brúk fyri hvørjari krónu, fyri hvørjum kilo og fyri hvørjum tíma, tey kunnu arbeiða. Tað er onki annað land, sum lóggevur tað av landinum, uttan at tað er í neyðstilfeldi. Og tí kann man taka hædd fyri við at geva undantøk fyri einstakar túrar”. Bjarni Hammer vil fara øvutan veg:
– ”Eg haldi at tað eigur at fara heilt niður á 0% og í ringasta føri gerast 15% aftur. Fólkini, sum arbeiða tann føroyska fiskin, eiga at kunna kenna seg í minsta lagi eitt lítið sindur trygg, ella í øllum førum minni ótrygg. Vit kunnu ikki gera eitt sovorðið eksperiment við lagnuni, lønini og arbeiðinum hjá fólki ella arbeiðstímunum hjá verkafólkunum í Føroyum. Tað eri eg óalmindiliga keddur av, um man ger. Í 2021 legði núverandi andstøða eitt uppskot fyri Løgtingið um at loyva 15% landing uttanlands, og tá var hendan – sitandi – samgongan dundrandi hart ímóti, at man ætlaði at taka tímarnar frá arbeiðandi fólkinum. Men nú ætlar sama samgonga at koyra tað upp á 50%, sum nú er komið niður á 25%”. Bjarni Hammer er tó ikki kategoriskt ímóti allari landing uttanlands, men leggur eina við: – ”Tá ið tað er hægst neyðvendugt, kann man gera tað. Í undantaksføri”.
Ikki optimalt við pakkaloysn-broytingum av fiskivinnuni
Norðlýsið spurdi eisini Bjarna Hammer, um tað vóru onnur viðurskifti í lógaruppskotinum, sum hann eisini var misnøgdur við, nú hann sigur seg ikki taka undir við tí í verandi líki. Bjarni Hammer sigur soleiðis:
– ”Har eru onnur ivasom viðurskifti í lógaruppskotinum; tað er ongin ivi um tað. Vit hava altíð eftirlýst at kunna gera eina og eina broyting, um okkurt skal broytast við fiskivinnuni, soleiðis at vit kunnu vera fyri ella ímóti hvørjari einstakari broyting. Uttan iva hevði tað tá fingið eina góða viðgerð, og uttan iva hevði man kunnað verið fyri meira, um tað ikki var ein samlaður pakki, man fekk at taka støðu til”, og so hjálpir tað ikki upp á viðurskiftini, at vit júst hava havt eina landsstýrisrokadu:
– ”Nú er tað ein annar landsstýrismaður enn tann, sum legði uppskotið fram, sum skal standa aftanfyri tað og verja tað, og tað er eitt sindur keðiligt, ikki minst fyri nýggja landsstýrismannin. Nýggi landsstýrismaðurin átti at fingið frið at arbeitt við fiskivinnupolitikkinum, og so kundi hann komið við sínum egna uppskoti t.d. á ólavsøku. Samanumtikið er talan um eitt uppskot, sum hevur okkurt gott í, men nógv keðilig ting í, umframt at vit hava fingið ein landsstýrismann at viðgera eitt uppskot, sum hann onki eigur í”, sigur Bjarni Hammer.
Stórur sannlíkindi fyri, at uppskotið verður rullað aftur
Bjarni Hammer væntar eisini, at uppskotið møguliga bara fer at verða rullað aftur eftir næsta val, um tað verður samtykt í verandi líki: – ”Tað er øgiliga keðiligt, at man kemur í tíð og ótíð við umfatandi broytingum av fiskivinnuni. Bæði fyri aktørarnar sjálvar, men ikki minst fyri fólkini, sum tíbetur enn hava starv í fiskivinnuni á landi. Tey fara sjálvandi at føla seg ótrygg, og stúra við spurningum sum »Hvat hendir nú, um hendan samgongan kemur til?« Tí hevði verið øgiliga gott at fingið eina breiða semju og eina semju, sum var varandi, soleiðis at føroyingar fingu stabilar inntøkur og umstøður. Og so kundu vit brúkt tíðina upp á onnur átrokandi ting í samfelagnum, tí tað ein rúgva av átøkum, okur kunnu gera”, sigur Bjarni Hammer at enda.