Lýsing
Lýsing
Lýsing

Omanfyri 800 umsøkjarar til miðnámsútbúgvingarnar

SKRIVAÐ: Undirvísingarstýrið  |  19.03.2025 - 09:31 Tíðindaskriv

Tá freistin at søkja inn á miðnámsútbúgvingar til komandi skúlaár var úti á midnátt 15. mars, vóru 834 umsóknir komnar inn.

 

Síðan 2015 hevur gongdin við umsóknum verið minkandi. Í ár vóru 24 umsóknir færri enn í fjør og 124 færri enn í 2021. Tað var tó serliga ein skúli, sum hevði eina stóra økining í umsøkjaratalinum. 45 umsóknir komu inn á Heilsuskúlan í Suðuroy, sum er meira enn ein trýfalding í mun til 15 umsøknir í mars í fjør.

613 umsøkjarar søktu í ár inn á gymnasialu breytirnar, tað eru 46 færri enn í fjør.

176 søktu inn á yrkisrættaðu útbúgvingarnar, sum er áleið tað sama sum í fjør. Her er tað serliga el-breytin, sum í ár skarar fram úr við heili 66 umsøkjarum.

Toppskjúttin á gymnasialum miðnámi gjørdist aftur í ár náttúrubreytin, sum fekk 207 umsóknir. Hetta er á leið sama tal sum í fjør. Á øðrum plássi kom búskaparbreytin við 171 umsøkjarum.

88 umsøkjarar søktu inn á hugbreyt - hetta eru 17 fleiri enn í fjør. Tó er tað ein lækking síðan 2022, tá umsøkjaratalið á hugbreytini var heili 154.

Seinastu árini hava alsamt færri søkt fyrireikingarbreytina - tað sum fyrr kallaðist HF. Hendan gongdin helt áfram í ár. 50 færri søktu í ár inn á fyrireikingarbreytirnar, sum er ein minking á 18 umsøkjarar í mun til í fjør.

54% av umsøkjarunum á miðnámi eru gentir. Síðan 2015 hava gentirnar verið betri umboðar á gymnasialu breytunum, og árið í ár er onki undantak. Tó eru dreingir betri umboðaðir á yrkisútbúgvingunum. 71% av umsøkjarunum á yrkisútbúgvingunum eru dreingir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur - Víkingur 5-1
Team Klaksvík - KÍF í morgin
Sólvit Nolsøe setti fram kravboð um Suðu…
Kristus, mítt alt
Norðoya Sparikassi 48 milliónir í avlopi…
Skúla­næm­ingar rokast norð­anfyri
Føroyskir granskarar fáa dygga játtan fr…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Finleifi Mortensen í Gallarí Á Stongunum
Flyta Helenu upp á 20 metra dýpi
Gudrun 8.800 pund av havtasku
Omanfyri 800 umsøkjarar til miðnámsútbúg…
Frælsi
Sjókovin 5 ár – hátíðarhald og spennandi…
Bjarni Hammer tekur ikki undir við broyt…
KÍ-kvinnur­nar byrja á heimavølli mikukvø…
Fyrsta FM-finalan í Polestar-deildini á…
Eyðstein: Sjófeingis­lógin hóttir okkara…
FNU setur aðalskrivara
Góð úrslit hjá Trygd í 2024