Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kristus, mítt alt

SKRIVAÐ: Jóhannes M. Olsen  |  19.03.2025 - 20:15 Lesarabrøv Mentan

Um tú veruliga kanst rósa tær av líðingum tínum, hevur tú fingið yvirnáði Guðs at kaga inn í dýpið av kærleika Guðs. Blív bert ikki hugmóðigur av hesi orsøk.

 

 

 Paulus blástist ikki upp av teirri orsøk. Í Galatarabrævinum 6 sigur hann: ”At rósa sær av líðingum kann vera at upphevja seg sjálvan og vera stoltur. Men tú kanst rósa av teimum, um tú lítur á, at Harrin er við tær”. Tí veruligar líðingar eru nettupp í hesum føri so ræðuligar, at Harrin og lyftir hans og allur tann ósjónligi heimur líkasum at verða tikin frá okkum. Men tá líðingarnar eru av, kunnu vit prísa og takka fyri tað, tær tó útrættaðu í okkum. Hetta kann úttrykkjast í orðum, sum minna um, hvat doyparin Jóhannes segði um viðurskifti síni við Jesus Kristus. Eftir royndirnar finna vit út av, at framvegis eru vit vorðin minni og meiri hjálparleys, men støðugt fingið ein størri frelsara. ”Hann skal vaksa, og eg skal minka”.

Í hesum liggur nettupp loyndarmálið í kristnu trúnni. Tey, sum ikki kenna líðingarnar, vita einki um tann veruliga frelsaran. Við byrjanina av vegi trúarinnar hava eisini vit mangan sera lítla mynd av frelsaranum. Tað kemur til sjóndar við lítlu trúgv okkara og tí rastleysheit, sum mangan fyllir sál okkara. Tá ið eg havi høvi at læra at kenna eldri, búgvin kristin menniskju, antin persónliga ella gjøgnum bøkur, leggi eg til tíðir merki til, at tey hava mangan ”stóran” frelsara, og at tey sjálvi, við øllum sínum trupuleikum, kunnu vera heilt vekk frá sjónarringinum. Tað hevur nokk við ætlan Harrans at gera, tá íð hann leiðir okkum inn í trupuleikar, sorgir og tungar royndir. Hann vil hava okkum at skilja týdning okkara; lítil og veik, hjálparleys og hvussu gjøgnum-ónd og -syndug, vit eru, og samstundis fáa okkum at fata, at vit í Harranum Jesus Kristusi eiga alt, okkum tørvar. Um vit bara, eins og Paulus, í tann mun kundu doyð vekk frá tí heila, av tí vit mettu tað fyri skarn, samanlíknað við kunnskapin um Harra okkara, Jesus Kristus, tá vildi Guð í hesum føri veruliga havt kunnað gjørt sítt pláss í hjørtum okkara.

Tað er undranarvert at lesa Jesu vitnisburð um sjálvan seg í Jóhannesevangelinum. Hann, sonur Guðs, vitnar, og sigur seg sjálvan onki at vera ella kunna gera. Tað er faðirin, sum býr í honum, sum er og ger alt. Jesus kundi eisini havt sagt, hann bert var eitt hylstur, sum faðirin búleikaðist og virkaði í – ”Guð var í Kristusi”. Á sama hátt áttu vit at verið bert hylstur, sum Jesus Kristus livdi og virkaði í. Tá vildi hann gjøgnum okkum útstrálað yvirnatúrliga náði og ljós. Hann skuldi tá verið vísdómur, rættvísi, heilaggerð, forloysari, lív okkara og kraft, kærleiki, reinleiki, fullkomuligheit, ja, okkara alt. Og tá ið hann er alt okkara, er av sonnum Guðs mynd í okkum endurnýggjað og ætlan hansara uppnádd ígjøgnum líðingar.

At enda: Harri, eg takki tær. At tú sum stóri pottamakarin á sinni einaferð tók mítt lív í tínar hendur og byrjaði viðgerð við mær. Tú hevur havt nógv stríð av einum, og trupult hevur tað verið at forma meg. Men eg trúgvi, at ætlan tín einaferð fullkomiliga skal gerast veruleiki, so at vit syndarar gerast tær líkir, so sum ætlan tín var.

 

Jóhannes M. Olsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur - Víkingur 5-1
Team Klaksvík - KÍF í morgin
Sólvit Nolsøe setti fram kravboð um Suðu…
Kristus, mítt alt
Norðoya Sparikassi 48 milliónir í avlopi…
Skúla­næm­ingar rokast norð­anfyri
Føroyskir granskarar fáa dygga játtan fr…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Finleifi Mortensen í Gallarí Á Stongunum
Flyta Helenu upp á 20 metra dýpi
Gudrun 8.800 pund av havtasku
Omanfyri 800 umsøkjarar til miðnámsútbúg…
Frælsi
Sjókovin 5 ár – hátíðarhald og spennandi…
Bjarni Hammer tekur ikki undir við broyt…
KÍ-kvinnur­nar byrja á heimavølli mikukvø…
Fyrsta FM-finalan í Polestar-deildini á…
Eyðstein: Sjófeingis­lógin hóttir okkara…
FNU setur aðalskrivara
Góð úrslit hjá Trygd í 2024