Lýsing
Lýsing
Lýsing
Flogfar hjá Atlantic Airways er leigað at flúgva danskt politistalið til Grønlands. Orsøkin er vitjanirnar hjá Ushu Vance og Mike Waltz, men annars er ríkisløgreglan fáorðað. | Mynd: Flightradar24

Politistalið á veg úr Danmark til Grønlands – við Atlantsflogi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.03.2025 - 14:28 Politikkur Tíðindi

Atlantic Airways flýgur í skrivandi stund danskar politistar til Grønlands í sambandi við vitjan úr USA. Ríkisløgreglan er fáorðað, men váttar, at tey hava "chartrað" eitt flogfar at flúgva løgreglufólk til Grønlands. Eisini váttar samskiftisstjórin hjá Ríkispolitium, René Gyldensten, at tað verður gjørt í sambandi við vitjanina úr USA.

Upplýst verður, at eitt vanligt ferðafólkaflogfar er farið úr Midtjyllands Lufthavn í Karup kl. 12:30 danska tíð í dag, og tað verður rópt ein ”ekstraordinær flyvning”. Talan er um ein Airbus A320 við rúmi fyri umleið 160 ferðafólkum, og á Flightradar stendur, at flogfarið er frá Atlantic Airways.

Kona J. D. Vance ávegis

Varaforsetin í USA, J. D. Vance, hevur sent konu sína til Grønlands, og hon kemur hagar í komandi viku. Hon eitur Usha Vance, og sigur seg skula hyggja at hundasleðu-renning. Við henni á ferðini er trygdarráðgevin Mike Waltz. Tey væntast til Grønlans 29. mars, sum er komandi leygardag.

Vitjanin hendir beint eftir grønlendska valið, har samgongusamráðingar framvegis fara fram. Eisini er eitt kommunuval ávegis. Viðmerkjarin Hans Engell hevur áður skrivað, at vitjanin sýnir vantandi virðing fyri bæði grønlendskum og donskum myndugleikum, og hann heldur frágreiðingina um hundasleðu-renning vera nakað humbukk ella ”en dødssyg forklaring”, sum hann orðar tað.

Keldur:

Grein úr Ekstrabladet

Viðmerkingin hjá Hans Engell og víðari lesnaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…