Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

13.000 pund í fríkorterinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.03.2025 - 09:02 Tíðindi Vinna

Vit settu 43 stampar á 280 húkar. Nú fara vit heim at skifta og so í skúla, sigur Johannes Nybo skipari á Dalsenni

 

Minnast tit søguna um skúlanæmingarnir herfyri, sum høvdu rokast norðanfyri? Teir vóru farnir av skúlabonki og loyst um 15.00 tíðina og høvdu fingið sløk 10.000 pund, ið teir landaðu morgunin eftir áðrenn teir aftur skuldu í skúla. 

Síðani hava teir gjørt líknandi túrar, bara betri og í morgun landaðu teir 13.000 pund til NFCS, tá vit vóru á støð - 200 pund av hýsu, restin er góður toskur. 

Hetta var eitt gott fríkorter, sigur skiparin Johannes skemtandi. Um eina løtu fara vit aftur í skúla. Hann sigur frá vánaligum veðri, so eg vænti ikki vit fara avstað aftur í dag. Við Dalsenni hendan túrin vóru: Johannes Nybo, Jákup Idarson Beck og Hildebrand á Lakjuni.

Á bryggjuni sóust eldri menn og erpnir pápar práta óført í góðveðrinum í morgun. 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Norð­oyastevnuskráin fríggja­dagin
Býarkoyring fríggja­dagin 29. mai
Skýlisklettur 2.500 pund
- At verða mentanar­hús í miðbýnum, tað f…
- Fólk vilja gjarna fara í føroysk klæði…
Føroyar ein Maritimur Tænastudepil
Eingin Veðurstova Føroya uttan Alix
Avtala um íbúðarbygging undirskrivað
EINARS 10 ára whisky walk
Lýsing