Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stella Polaris 2025 - Kappingin byrjar ímorgin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.03.2025 - 12:50 Mentan Tíðindi

Í morgin, hósdagin 27. mars, fer klassiska tónleikakappingin Stella Polaris av bakkastokki í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla. Kappingin, sum heldur fram til leygarkvøldið 29. mars, savnar yvir 100 ungar evnaríkar tónleikarar úr øllum Føroyum

 

Skráin fyri tríggjar spennandi dagar er full av framførslum, har luttakararnir fara at kappast í fýra ymiskum aldursbólkum. Teir ungu tónleikararnir fara at framføra síni vandu verk fyri bæði áhoyrarum og einum dómarabólki við fimm dugnaligum dómarum.

Ókeypis atgongd er til framførslurnar. Gevið tó gætur at bert ber til at koma inn í Hátún í ásettu pausunum. Sí nágreiniliga skrá her.

Skráin fyri Stella Polaris 2025:

Hósdagur 27. mars

Kl. 08.50 Vælkomin
Kl. 09.00 Bólkur 1, 0-11 ár
Kl. 14.00 Bólkur 2, 12-15 ár

 

Fríggjadagur 28. mars

Kl. 08:50 Vælkomin
Kl. 09.00 Bólkur 3, 16-19 ár
Kl. 18.30 Virðislønahandan, bólkur 1, 2 & 3

 

Leygardagur 29. mars

Kl. 11:00 Framførsla í Hoyvíkar Kirkju
Kl. 12.30 Bólkur 4, 20-24 ár
Kl. 18.00 Virðislønahandan, bólkur 4

 

Dómararnir í ár eru:

Anna Klett – høvuðsdómari
Jákup Lützen – umboð fyri tónleikagreinina í breiðari merking
Jósef Zachariasen – umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla
Monika Stauss Joensen – umboð fyri Føroya Symfoniorkestur
Andras Sólstein – umboð fyri áhoyrararnar

Vit gleða okkum til tríggjar dagar við framúr tónleiki!

 


Stuðlað tiltakinum hava Articon, Betri, Bakkafrost, Hiddenfjord, Kopli Cups, Leif Mohr, Bygma Balslev, SMS, Hotel Brandan, Hotel Hafnia, Kirvi, Mál, Christian í Grótinum, Føroya Bjór

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…