Hetta er stórt fyri U17-gentur
– ”Eg sjálv veit nøkulunda, hvussu stórt hetta er, men eg ivist um øll kring okkum hava gjørt sær tað greitt. Tað týdningarmesta er, at leikararnir eru so klárir, sum teir kunnu vera, og so vóni eg eisini, at genturnar fara at njóta tað og fáa eina kempiuppliving”, sigur Eyvør Jakobsen, venjari, tá Norðlýsið hitti hana á máli til U17-lutakastið í Varpinum
Kanska tann størsta uppgávan í kappingarárinum er tann hjá U17. U17-genturnar í árgangi 2008 skulu nevniliga vera vertir fyri EM-endaspælinum, sum verður í Føroyum frá 4.-17. mai. Tað er crème de la crème í europeiskum U17-fótbólti, ið kemur til Føroya at dystast um, hvør er tann besti í Europa, og dystirnir vera spældir í bæði Klaksvík og Tórshavn. Vit biðja Eyvør seta nøkur orð á hesa stóruppgávu:
– ”Tað er bæði spennandi og stórt. Tað er so sum so, hvørjum man ynskir at koma í bólk við. Øll liðini eru góð, men vit vóna serliga at sleppa undan at møta Spania; annars er ikki so stórur munur, tí hetta eru tey bestu liðini í Europa. Fyrst og fremst taka vit hetta sum eina kempi-uppliving. Málið er at fáa so góð úrslit, sum vit kunnu, og tað er altíð málið. Men vit mugu eisini vera realistisk yvirfyri hesi uppgávuni”, sigur Eyvør. Um fyrireikingarnar fram til byrjanina av kappingini sigur hon:
– ”Nú byrjar føroyska kappingin eisini, bæði hjá gentum og Betri-kvinnum, og tær eru longu í gongd. Vit hava nakrar venjingar beint áðrenn, og vikuna beint undan kappingini venja vit sjálvandi eisini, og møta síðani inn 3 dagar áðrenn, kappingin byrjar. Styrkin á føroyska liðnum er góð. Vit hava eitt fínt lið, nógvar dugnaligar spælarar, harav onkur er uttanlands, og vit sóu í kappingini, sum vit vóru í í mars, at vit altso duga og kunna nakað. Vit vóru afturút 1-4 og komu afturíaftur, og tað vísir eisini stóra styrki”, sigur Eyvør Jakobsen
– ”Tað er eitt sindur ringt at siga, hvussu nógv kringumstøðurnar hava at siga. Eg veit ikki, um øll hava gjørt sær greitt, hvussu stórt hetta er, og hvussu nógv arbeiði er lagt í frá Fótbóltssambandsins síðu og frá teimum sjálvbodnu. Leikararnir eru sjálvandi spentir upp á uppgávuna, men eg haldi ikki, at tað ávirkar annað enn positivt”, sigur hon.
Til endans spyrja vit Eyvør, hvat eitt gott úrslit er:
– ”Um vit kunnu byrja við at fáa eitt mál, hevði tað verið gott, men tað besta hevði verið at kunnað farið út og yvirraskað øll. Men vit fara fyrst eftir einum máli”, sigur U17-venjarin.
Norðlýsið takkar fyri samrøðuna og kann upplýsa, at ynskið um at sleppa undan Spania gekk út. Føroysku U17-genturnar skulu í eldin ímóti Hollandi (ella Niðurlondum, sum tað eisini verður rópt), Eysturríki og Noregi.
Dystirnir í kappingini verða spældir á Djúpumýru í Klaksvík og á Tórsvølli í Tórshavn, soleiðis, at innleiðandi dystirnir verða spældir frá sunnudegnum 4. mai til sunnudagin 11. mai. Hálvfinalurnar vera spældar mikudagin 14. mai, og síðani verður finalan á Tórsvølli. Á fsf.fo stendur finalan á Tórsvølli at verða spæld ”sunnudagin 17. mai”, sum má vera ein villa, tí tann 17. mai er ein leygardagur.