Lýsing
Lýsing
Lýsing

Viðmerking til løgmann og teir 5 almennu stjórarnar

SKRIVAÐ: Hergeir Staksberg  |  27.03.2025 - 10:41 Tíðindaskriv

Tað er ikki nokk at síggja sparingarnar. Vit mugu eisini síggja menniskjuni aftanfyri.

 

 

Tá sparingar raka starvsfólkini

Annika hevur arbeitt sum skrivstovufólk á einum almennum stovni í 12 ár. Hon kennir øll, hon er góð til sítt arbeiði, og hon veit, hvussu alt riggar. Men nú skal stovnurin effektiviserast, og tí verður eitt starvsfólk sagt úr starvi. Hetta merkir, at nú skal Annika bæði røkja sítt egna arbeiði og uppgávurnar hjá tí uppsagda.

Fyrst hugsar hon: "Eg eri góð til mítt arbeiði, so hatta skal eg nokk klára." Men skjótt merkir hon, at tíðin ikki strekkir til, um hon skal røkja allar uppgávurnar. Borgarar fáa ikki longur somu tænastu, arbeiðsdagurin er stressandi, og hon fer troytt heim hvønn dag.

Tá Annika til endans verður sjúkrameldað við stress, verður tað brúkt sum prógv fyri, at Annika ikki klárar arbeiðið nóg væl – hóast tað var sparingin, sum gjørdi hana sjúka.

 

Tølini síggjast - menniskjuni hvørva

Almennu stjórarnir síggja bara tølini – ikki arbeiðsdagarnar, ið gerast longri og tyngri. Spurningurin er: Nær fara vit at viðganga, at effektivisering ofta bara er eitt annað orð fyri verri arbeiðsumstøður?

Vit mugu krevja meira gjøgnumskygni og samstarv. Starvsfólk og fakfeløg mugu fáa innlit og ávirkan, tá løgmaður fer at viðgera tilmælini hjá almennu stjórunum. Annars fara starvsfólk at hvørva í einum turrum roknistykki – og teirra rættindi við teimum.

Tað er ikki nokk at síggja sparingarnar. Vit mugu eisini síggja menniskjuni aftanfyri.

 

Hergeir Staksberg
Nevndarlimur í Starvsfelagnum

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…