Lýsing
Lýsing
Lýsing

Neyðtilbúgving undir arbeiðssteðgi

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  27.03.2025 - 14:54 Tíðindaskriv

Fíggjarmálaráðið hevur nú avtalu við fýra fakfeløg um neyðtilbúgving í sambandi við arbeiðssteðg. Endamálið er at tryggja, at lív og heilsa ikki verður sett í vanda undir arbeiðssteðgi.

 

 

Avtalur um neyðtilbúgving undir arbeiðssteðgi eru vanligar í okkara grannalondum, og nú hevur almenni arbeiðsgevarin í Føroyum eisini gjørt avtalu um neyðtilbúgving við fýra fakfeløg. Talan er um avtalur, har partarnir í góðari tíð avtala, hvørjar funktiónir eiga at verða undantiknar møguligum arbeiðssteðgi.

Fíggjarmálaráðið hevur einki ynski um at avtaka verkfalsrættin. Tá ið arbeiðssteðgur er, fer tað framhaldandi at merkjast í samfelagnum, men tað má ongantíð verða soleiðis, at lív ella heilsa hjá fólki verður sett í vanda. Tað kunnu vit sum framkomið samfelag ikki bjóða okkara borgarum.

Í nógvum førum hava almennir myndugleikar eina lógarásetta skyldu at veita ymiskar tænastur, eitt nú heilsu- og viðgerðartænastur. Hendan skyldan inniber, at tað er almenni myndugleikin, ið stendur við endan, tá vandi er fyri lívi og heilsu. Í sambandi við verkføllini seinastu árini, hevur tað tó verið ivasamt, um almenni myndugleikin fær røkt hesa skyldu, tí borgarar hava verið settir í vandamiklar støður.

Tað, sum Fíggjarmálaráðið ynskir við avtaluni, er, at tær mest átrokandi uppgávurnar, ið tryggja lív, heilsu og týðandi samfelagslig virði, verða røktar. Allar aðrar uppgávur skulu bíða til aftaná arbeiðssteðgin. Á hendan hátt fáa vit ein arbeiðssteðg, ið merkist, samstundis sum veikastu borgararnir kunnu vera tryggir.

 

Leiðsla og álitisfólk meta

Avtalan inniber, at leiðslan á stovnunum í samráð við álitisfólk metir um, hvussu nógvum starvsfólki, tørvur er á. Tá ið sáttmálin millum partarnar er uppsagdur, lata stovnsleiðslur Fíggjarmálaráðnum yvirlit yvir tey starvsfólk, ið stovnarnir meta eiga at verða undantikin frá einum møguligum arbeiðssteðgi.

Fíggjarmálaráðið viðgerð síðani hesar listarnar saman við fakfeløgunum. Ein mánað áðrenn sáttmálin gongur út, skulu partarnir vera samdir um undantøkini.

 

Serlig nevnd til ósemjur

Semjast partarnir ikki um, hvørji undantøk eru neyðug, skal ein serlig nevnd við umboðum frá báðum pørtum, umframt einum óheftum persóni, viðgera undantøkini. Áðrenn samráðingarnar byrja, skal hendan nevndin hava tikið støðu til, hvørji undantøk eru neyðug.

 

Samráðingar uttan politiska uppílegging

Arbeiðsmarknaðurin í Føroyum er skipaður soleiðis, at partarnir, arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar, hava frían samráðingarrætt. Hvørgin partur ynskir, at politiska skipanin leggur uppí samráðingarnar. Hetta gjørdist tó neyðugt í fjør. Skulu vit halda fram við verandi skipan, mugu vit hava spælireglur, sum tryggja, at tað verður óneyðugt hjá politikarum at leggja uppí vegna vantandi undantøk. Tað hava vit fingið nú.

Somuleiðis hava vit fingið ein óheftan part at taka støðu til ynskini hjá arbeiðsgevarum og arbeiðstakarum. Hetta tryggjar, at stríðsstig ikki fara ov langt, og at hvørki arbeiðsgevarar ella arbeiðstakarar seta órímilig krøv til undantøk.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík
Dynamit tekur Vágsbø