Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Eir Jógvansdóttir Norðberg

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  28.03.2025 - 14:20 Tíðindi Veðrið

Kalt og vetrarligt veður í dag. Hann er farin at liggja høgt (norðan), og ælini eru blivin eitt bland av regni og vátakava.

Tað er eitt lágrýst, sum liggur eystan fyri Føroyar, sum stýrir veðrinum. Tað dregur kalda luft av leiðunum lagt norðanfyri ímóti Føroyum. Fyrrapartin í morgin er lágtrýstið farið so langt eystureftir, at missir megina í Føroyum.

So er ein glotti við góðum veðri, til tað næsta lágtrýtið kemur. Tað fara vit at merkja longu seinnapartin í morgin.  

Fari ikki at troytta tykkum við fleiri smálutum, men fari heldur til veðrið hetta vikuskiftið dag fyri dag:

Í dag er ein strúkur vindur upp í skrið norðan, 13 til 18 m/s, skýggjað og regn ella ælaveður, í støðum við vátakava ella kava. Í kvøld minkar hann vindin niður í frískan vind ella strúk í vindi av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, skýggjað og við kava- ella vátakavaæli. Í nátt niður í lítið lot ella frískt lot av útnyrðingi, minni enn 8 m/s, skiftandi skýloft og bert okkurt kavaælið. Hitin úr 2 kuldastigum upp í 4 stig.

Fyrrapartin í morgin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Síðan veksur hann vindin. Fram ímóti middegi frískur vindur upp í strúk strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, ímóti kvøldið strúkur í vindi upp í skrið eystan, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn, í støðum kavi ella vátakavi. Um náttina frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og tað slítur í. Hitin úr frostmarkinum upp í 6 stig.

Sunnudagin er eitt lítið lot upp í frískt lot av ymsum ættum, minni enn 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Út á kvøldið veksur hann vindin upp í frískan vind ella ein strúk í vindi sunnan, 8 til 13 m/s, framvegis skýggjað og yvirhøvur turt, men um náttina kunnu vit vænta regn. Hitin 2 til 7 stig. Út á kvøldið og um náttina 6 til 9 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…