- Sjókovin byggir brýr
segði Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum millum annað í røðu sínari tá Sjókovin skipaði fyri ráðstevnu í Varpinum í samband við sín fimm ára stovningardag.
Góðan morgun, øll somul.
Fyri 5 árum síðani, í Leirvík, sá Sjókovin dagsins ljós. Eg var so heppin eisini at vera við fyri 5 árum síðani, tá móttøka var á Bátasavninum í Leirvík, tá Sjókovin lat upp.
Tá var eg borgarstjóri í Eysturkommunu. Eg minnis meg hugsa tá, at hetta var eitt sera spennandi, gott og neyðugt átak, sum uttan iva fer at tæna allari vinnu á sjógvinum væl. Og tað hevur Sjókovin eisini prógva.
Hugskotið var komi úr Syðrugøtu, har fleiri góð hugskot og átøk eru komin frá í nógv ár. Íblásturin til akkurát Sjókovan, kemur helst úr okkara grannalondum.
Grunnurin fann sín spíra í eini bygd, ið helst er ein av teimum elstu í landinum.
Hóast bygdin hevur eina gamla søgu at byggja á, so byggir grunnurin “Sjókovin” endamál sítt á nútíð og framtíð. Umboð fyri grunnin hava sett sær fyri, at stimbra burðardygga menning og nýskapan í føroyskum sjófeingisvinnum. Arbeiðið skal skipast soleiðis, at altjóða samstarv eisini gerst ein sjálvsagdur partur av virksemi grunsins.
Í mínum embæti í dag umboði eg Føroya landsstýri ella meira ítøkiliga; Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið.
Innan stjórnarráðið, ið eg umsiti, eru skipanir og ætlanir, ið kunna setast í samband við virksemi Sjókovans. Eg hugsi um skipanir okkara:
Fiskivinnuroyndir, vinnuligar fiskiroyndir og granskingarvirksemi av ymsum slag. Vísast kann eisini til Havstovuna, ið er óheftur granskingarstovnur undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, sum granskar føroyska havumhvørvið og tað, sum livir í tí.
Sjókovin og okkara stjórnarráð hava eisini felags virkisøki og áhugamál at vísa á. Ítøkiliga eru dømi, har Sjókovin og Fiskivinnu- & samferðslumálaráðið hava loyst uppgávu í felag. Her kann verða víst á ráðstevnuna “Virðisvøkstur í fiskivinnuni”, sum Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið skipaði fyri. Á hesi ráðstevni løgdu umboð fyri Sjókovan fram - vegna alla vinnuna í Føroyum - sjónarmið um virðisøking av uppisjóvartilfeingi okkara.
Frá fólki, ið tóku stig til ráðstevnuna, skal eg bera fram heilsan um, at uppgávan hjá Sjókovanum varð sera væl úr hondum greidd. Takk fyri tað.
Og júst hetta evnið - “virðisvøkstur í fiskivinnuni” - er eitt tað mest týðandi evnið í vinnu okkara, ikki bert fyri vinnuna sjálva, men fyri alt samfelagið. Her hava vit felags uppgávur at loysa, ið krevja umboð frá øllum økjum. Tað veri seg vinnu, gransking og myndugleika. Tí gleðir tað okkum at kunna staðfesta, at Sjókovin er vorðin ein virkin partur av hesum arbeiði, ið avgjørt gevur eitt gott og týðandi íkast til málið um øktan og burðardyggan virðisvøkstur.
Umframt tann eyðsædda leiklutin sum ein tílíkur stovunur sum Sjókovin hevur, við at framleiða vitan til vinnuna og samfelagið á einum altjóða høgum støði, so havi eg eisini hug at vísa á ein annan leiklut, sum eg eisini haldi er sera týðandi, og sum lítið verið tosa um.
Og tað er at byggja brýr millum vinnu og gransking og Millum fólk og økir í Føroyum. Serliga í hugaheiminum hjá leikfólkið.
Eg haldi eg tori at siga, at nógv tey seinastu árini hevur gjógvin millum vinnu og gransking verið vaksandi millum Leikfólk, í tráð við tí nýggju avbjóðingini sosialir miðlar hava havt við sær.
Eg eri væl vitandi um at bæði granskarar og vinna vita hvønn týdning gott samstarv hevur fyri at náa góðum úrslitum. Men tíanverri er tað nógv órógv at hoyra á sosialu miðlunum, sum er við at trekkja frontar upp, og sum politikkarar hoyra og merkja. Og kanska enntá handla uppá. Frontar sum gera hetta so sera týðandi arbeiði og samspæli millum vinnu og gransking meira trupult og innvikla, enn neyðugt.
Eg havi í mínari stuttu tíð í embætinum fanga meg sjálvan í at siga fleiri fer, og við fleiri ymisk fólk, at eg haldi fólk ganga ov nógv í “boksihandskum” .
So Mín vón fyri framtíðina er, at vit fara at duga betri at lurta eftir hvørjum øðrum, skilja hvønn annan og hava allar partar væl meira við, tá vit tosa um sjóvinnu.
At vit nærkast hvørjum øðrum, heldur enn at lata gjáirnar framhaldandi vaksa. Tað ferð at tæna okkum øll væl betri.
Ella sagt við øðrum orðum, at vit leggja boksihandskarnar og fara heldur í arbeiðshandskar.
-----
Og til vores skandinaviske venner.
Jeg kan se på agendaen, at der er deltagelse fra Island og Norge.
I løbet af det sidste året har ministeren og embedsfolk fra det færøske Fiskeridepartement besøgt flere af deres institutioner og opbygget en meget vigtig kontakt. Vi er overbeviste om, at kontakten vil være frugtbar for alle parter, for mig og repræsentanter fra vores departement og ikke mindst Sjókovin, som i dag markerer sin 5 års dag. Det gælder både for den kontakt, som vi har opbygget og den nye, som vi vil opbygger i dag.
Jeg vil ønske jer alle velkommen til Færøerne, med ønske om en god dag og godt samarbejde i fremtiden.
-----
Til øll umboð fyri Sjókovan: til lukku við degnum og blíðan byr í tíðum, sum koma.
Til luttakarar og fundarfólk annars: vælkomin til at hátíðarhalda Sjókovan og ráðstevnu um fiski- og alivinnu.
Takk fyri.