Lýsing
Lýsing
Lýsing

Umsetningurin høgur meðan yvirskotið tódnaði

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  28.03.2025 - 16:12 Tíðindaskriv Vinna

Nettosølan hjá MEST samtakinum var 557,5 mió. kr og avlopið 4,9 mió. kr. eftir skatt. Árið var merkt av stórum sveiggjum, har tað ávís tíðarskeið var sera nógv virksemi og onnur tíðarskeið óvanliga lítið at gera. Í MEST samtakinum starvast 567 starvsfólk harav 75 lærlingar.

 

 

Seinastu árini hava hilnast væl hjá MEST, sum er ein fíggjarliga sterk fyritøka við einum eginpeningini á 150,1 milliónir krónur og einum soliditeti á gott 52%.

Leiðslan hevur sett sær fyri at betra um gongdina í 2025. Byrjanin av 2025 er merkt av nógvum áhugaverdum verkætlanum og nógvum virksemi. Lunnar eru lagdir fyri at styrkja fyritøkuna og laga fyritøkuna til framtíðar møguleikar. Ymisk framsøkin átøk og verkætlanir vóru sett í verk í 2024 og verða framd komandi mánaðirnar. Hesi fevna millum annað um hesar verkætlanir.

 

Nýggja turrdokkin – arbeiðið komið væl í gongd

Fyrsta skotið var latið av í januar 2025 í samband við bygging av nýggju turrdokkini á Skála. Nýggja turrdokkin er staðsett beint norðanfyri verandi turrdokk á Skála. Dokkin verður 150 metrar long, 33 metrar breið og  11,5 metrar djúp. Turrdokkin verður gjørd til nýggja ættarliðið av størri skipum. Dokkin verður liðug í oktober 2026.


Nýggi frystitrolarin – skrokkurin kemur í november

Sáttmáli var í fjør gjørdur við felag hjá Varðanum um bygging av nýggjum frystitrolara. Talan er um eitt framkomið skip, sum er útgjørt til framtíðar krøv. Arbeiðið uppá skrokkin á skipasmiðju í Gdansk í Pólandi gongur eftir ætlan. Skipið skal latast reiðarínum á sumri í 2026.

 

MEST úr at gera innan alivinnuna – lívfiskastøð í Svínoy

Virksemið hjá MEST innan alivinnuna hevur veruliga tikið dik á seg, og hevur MEST verkætlanir hjá øllum alifyritøkunum – bæði á sjógvi og landi. Millum størri verkætlanirnar telist umbygging av tænastuskipum hjá Bakkafrost til smoltflutning og umbygging til lívfiskastøð í Svínoy. MEST hevur her fingið ein týðandi leiklut sum heildarveitari at umbyggja støðina frá rognkelsistøð til lívfiskastøð hjá Bakkafrost í Svínoy. Talan er um eina umfatandi verkætlan, sum fevnir um projektering, uppsetan av RAS skipan, fóðurskipan, vatnreinsing og aðrari útgerð.

 

MEST latið sína fyrstu frágreiðing um burðardygd

MEST hevur í mars 2025 latið sína fyrstu grannskoðara góðkendu frágreiðing um burðardygd. Frágreiðingin er gjørd við støði í hollum faktuellum grundarlagi, sambært evropeiskum normum. MEST ynskir at tryggja, at fyritøkan økir um virksemi á ein burðardyggan hátt. Burðardygd verður sostatt hugsað inn í alt virksemi, og hvussu arbeiðið verður lagt til rættis.

 

MEST samtakið fevnir um MEST skipasmiðjurnar í Havn og á Skála, MEST framleiðsluútgerð í Runavík og PAM-Offshore Service, sum veitir tænastur til frálandavinnuna í Noregi.

“MEST er í kapping við fyritøkur bæði innan- og uttanlands og hevur MEST sett sær fyri at verða millum allarfremstu fyritøkur at veita tænastur til okkara kundar. Tessvegna verða stórar íløgur og nógv orka løgd í at betra okkara umstøður og styrkja tænastustøði – har ikki minst nýggja dokkin er ein umráðandi partur. Vit fegnast um, at okkara átøk bera ávøkst og at fleiri og fleiri útlendskir kundar eisini velja MEST sum veitara”,  sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Magnus Dam verður nýggjur kringvarpsstjó…
Løgmála­ráðið stuðlar 11 útoyggja­verkætla…
Hvørjir eru smakkir­nir?
Føroyskur kavari útbúgvin sum Kavaraleið…
Cruise Faroe Islands sett á stovn
Klaksvíkar Arbeiðsmanna­felag aðalfund
Nógv bóltflytarí í teprum KÍ-sigri
Gentur 12 hjá Stjørnuni gull
Stjørnan leikt seg í endaspælið um FM
Veðrið í vikuni
KÍ vann 2-1 á EB/­Streymi
KÍ fjepparar fagnaðu Mjølnir monnunum
Mjølnir ganga inn í hálvleikinum
Myndarøð: Mjølnir vann sjeynda FM á rað
Reinsiverkið Niðri í Gili liðugt
Starvs­fólk til Blómugarð á Húsum, endurl…
Tað var frítt at fara fram við landi
Móðurmálsdagur 2025, nýtt búmerki og aða…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Atkvøð fyri dagsins-leikara og vinn