Lívsins loyndarmál
Tí talar Jesus til seinast í hesum evangelium um gleði. Mín gleði skal vera í tykkum, sigur hann; gleði tykkara skal vera fullkomin. Lovað veri navn hansara.
Carl Fr. Wisløff, professari
Carl Fr. Wisløff var lærari á einum bíbliuskúla í Staffelsgate í Oslo fyrst í sekstiárunum. Vit bæði konan vóru har í tríggjar ógloymandi mánaðir. Tá ið hann flutti haðani í eldri árum, trokaði ein tíðindamaður seg inn á sjúkrahúsið, eins teir javnan gjørdu, við seinasta spurninginum til hansara, og fregnaðist: “Hvat verður fyrsti spurningur tín, tá tú kemur heim?”. Svarið var: “Tá havi eg ikki fleiri av slagnum”.
Eitt av mongu skrivum hansara var ”Loyndarmálið”.
Eingin hevur enn kunnað sagt við vissu, hvat lívið er. Lívið í plantum og djórum; lívið í menniskjum, sum liva, líða, stríðast og seinast doyggja – eingin hevur higartil evnað at siga seinasta orðið sum frágreiðing til undurfulla lívsins loyndarmál. Men tað, sum vísindini enn ikki heva evnað at uppfinna á vegi sínum, veit trúgvin. Lívið er vorðið til sum alt annað: ”Við tí almektiga Guðs, skaparans, orði. Bíblian sigur: ”Við trúgv fata vit, at heimurin er vorðin til við orði Guðs, so tað, sum sæst, ikki bleiv til av tí sjónliga (Heb. 11,3). Við trúgv fata vit, at heimurin er skipaður við Guds orði, so at tað, sum sæst, ikki er vorðið til av tí, sum er til sjóndar.
Tann størsti og mest undirfulli loyndardómurin er tó tað andaliga lívið. Tað finnist eitt andaligt lív, sum frelst Guðs børn liva. Hetta lív er størsta Guðs gáva og ríkasta náði. Verðin kennir tað ikki! Fólk Guðs gleðir seg yvir tað og undrast. Kenna vit onnur hetta andaliga lívið? Hvítisunnan talar um hetta andaliga lívið. Ein kann siga, tað var tí Jesus kom í heimin – at hann skuldi gera tað møguligt fyri syndug menniskju at koma til Harran Jesus (1. jóhs. 1,4). Jóhannes skrivar um hann, sum kom til jørðina, og í honum var lív og ljós menniskjans.
Fyri at koma við lívinum – tí sanna andaliga lívinum – til syndarinnar og deyðans børn, noyddist Jesus geva lív sítt í deyðan á krossins træ. Men tá Jesus triðja dagin sigursríkur stóð upp úr grøvini, breyt lívið ígjøgnum deyðans makt og veldi. Nú var tað bert hvítusunnan, sum enn vantaði. Hon er hendan: ”Nýtestamentliga gáva Guðs til sítt fólk, sum kom við andans fylling, ljós og varma. Hvat er tá endamálið við hesum lívi? Endamálið við ognini, av sanna lívinum er, bert hetta at standa í lívssamfelagi við Jesus.
Hann er lívsins kelda: ”Eg eri víntræið, tit eru greinirnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøkst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera. Tí biður Jesus okkum inniliga í hesum orði: ”Blívið í mær”. Loyndarmálið er at blíva í honum. Ein grein ber ikki ávøkst, um hon verður skorin av stammuni. Hon tykist eina tíð at hava lív í sær. Men tað er ”sýnsbedrag”. Brátt visnar og doyr hon. Saftin í stammuni røkkur hana ikki longur. Hvussi gongur tað so fyri seg, at vit liva og kunnu verða í Jesus Kristusi? Legg merkið til tekstin! Hann er avvekslandi. ”Í mær í mínum kærleika” og ”í mínum orði”. Tann, sum livir í Jesusi, má liva í kærleika hans. Tað vil siga í náði synda fyrigevingana, tí har sært tú Jesu kærleika.
Hann, sum í trúgv og áliti kemur til Jesus við síni synd og játtar tær fyri honum, opið og erliga – tann, sum í somu trúgv og álit hvønn dag tekur ímóti náðini umsynda fyrigeving í Jesu navni – hann livir í kærleika Jesu navnsins og í honum sjálvum. Her er lívsins loyndarmál! Tín bíblia skal vísa tær vegin. Orð Guðs er andi og lív. Lat okkum liva í orði Guðs og vegleiðing hansara; troyst evangelisins stuðlar okkum, tí tað er lívið, andans sanna troyst.
Jóhannes sigur: ”Hetta er vitnisburðurin. At Guð hevur givið okkum ævigt lív, og hetta lív er í soni hansara”. Tann, sum hevur sonin, hevur lívið. Tann, sum ikki hevur Guðs son, hann hevur ikki lívið (1. johs. 5,11-12). Í hesum lívi skulu vit fáa náði at liva til hansara æru og bera frukt. Hvussu stórt er hetta er! Hetta hoyrir við til lívsins loyndarmál: Guð leiðir børn síni, við sínum anda, ígjøgnum kross og mótgongd og til lívsins møguleika til seinast. Vegir Guðs við okkum eru undurfullir.
Mangan fáa vit bert at síggja bakfrá, eins og Móses, tá ið hann stóð á fjallinum. (2. mós. 33,20). Vit kunnu hava torført at skilja vegir hansara; síggja ikki andlit hansara heldur. Miss ikki mótið. Kæri vinur Jesusar, um tú møtir mótgongd, hoyrir tað við til tykt hansara, til ta reinsan og teir sigrar, Guð letur okkum møta, tí lívið sigrar til seinast!
Tí talar Jesus til seinast í hesum evangelium um gleði. Mín gleði skal vera í tykkum, sigur hann; gleði tykkara skal vera fullkomin. Lovað veri navn hansara.
Jóhannes M. Olsen