Lýsing
Lýsing
Lýsing

Starvsfólk til Blómugarð á Húsum, endurlýsing

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  30.03.2025 - 12:13 Tíðindi

Klaksvíkar kommuna søkir eftir námsfrøðingi, námsfrøðiligum atstøðingum ella hjálparfólki til Blómugarð á Húsum, at byrja skjótast til ber. Talan er um starv á 35 tímar, við møguleika at tillaga tímatalið eftir rætta umsøkjara, so tað hóskar best fyri stovn og starvsfólk.

 

Blómugarður hevur frálíka staðseting mitt í Húsa bygd. Náttúran, nærumhvørvið og bygdarmentanin er tí ein týðandi partur av námsfrøðiliga arbeiðinum í Blómugarði.
Talan er um eina samansetta stovu, har fyrstu børnini byrjaðu í februar 2024 og eru í aldrinum 1 ár til og við 2.flokk. 


Vit kunnu bjóða:
• Eitt nýtt, spennadi og fjøldbroytt starv, har námsfrøðin, barnabólkurin og einstaka barnið er í miðdeplinum.
• Eitt starv, har tú setur dám á gerandisdegin.
• Møguleikan at verða við til at menna og mynda nýggju stovueindina

Vit vænta, at tú:
• hevur ein savnandi hugburð
• ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
• leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
• ert tilvitað/ur um menningina hjá einstaka barninum
• ert týðilig/ur í samskifti og leggur dent á gott samstarv 


Setanarviðurskifti:
Løn og setanarviðurskiftið eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag. 
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Niels Juel Arge, samskipara á dagstovnaøkinum, á telefon 284538
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.


Umsókn: 
Umsókn við prógvi, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast 13. apríl 2025. 
Umsøknir verða viðgjørda so hvørt, og rætti umsøkjari kann verða settur beinanvegin.
 
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til Blómugarð
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…