Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hendan myndin, sum er tikin í dag, vísur klára luft undir einum hátrýstryggi. So klárt verður tað - um forsagnirnar halda - seinnapartin í vikuni. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  30.03.2025 - 19:49 Tíðindi Veðrið

Vit kunnu býta vikuna í tvey, tá ið tað kemur til veðrið. Fyrru helvtina – t.e. til hálvan mikudagin – fer hann at liggja av útsynningi, tó onkra løtu av suðuri. Hitalagið fer at liggja upp ímóti 9 ella 10 stigum.

Seinnu helvtina av vikuni fer veðrið at vera eitt sindur blandið, men fyri tað mesta av útnyrðingi ella landnyrðingi. Hitalagið fer tá – sum tað eigur hesa árstíðina – niður ímóti frostmarkinum.  

Lítið avfall hesa vikuna. Turt fleiri dagar, og hinar dagarnar bert okkurt ælið í støðum.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Allan dagin frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, skýggjað loft og okkurt ælið. Hitin 6 til 9 stig.

Týsdagin:

Sama (ella næstan tað sama) sum dagin fyri: frískur vindur upp í strúk av útsynningi og sunnan, 8 til 13 m/s, skýggjað loft og okkurt ælið. Norðanfyri smáskýggjað. Hitin 6 til 9 stig.

Mikudagin:

Frískt lot upp í strúk av útsynningi, 7 til 12 m/s. Út á seinnapartin gongur hann upp í útnyrðing. Um dagin smáskýggjað og okkurt ælið. Seinni minkar vindurin niður í lot til frískt lot útnyrðingini, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 5 til 9 stig.

Hósdagin:

Lot til frískt lot av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 1 til 7 stig.

Fríggjadagin:

Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 0 til 7 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…