Nógv bóltflytarí í teprum KÍ-sigri
KÍ vann uppibornan sigur á EB/Streymi í einum lítið áskoðaravinarligum dysti.
EB/Streynur brúkti kendu uppskriftina, sum riggar so væl til at fáa dystir lutfalsliga spennandi. Tað er at liggja sera verjukent í 5-4-1 leikskipan, har onrkir av teimum álopskendu leikarunum byrja á bnonkinum fyri síðani at satsa síðsta partin av dystinum, tá KÍ ikki hevur megnað at stongt dystin.
KÍ byrjaði væl og fekk skjótt hol á, tá Jonn Johannessen spældi innfyri til Páll A. Klettskarði, sum stýrdi innlegginum í málið. Men EB/Streymur svaraði skjótt aftur uppá fyrra av tveimum álopum í fyrra hálvleiki. Óli Ey. Poulsen legði gott innlegg innfyri til ein púra frían Búa Egilsson, sum skoraði. Júst deyðbóltar ímóti tykist verða ein trupulleiki hjá KÍ fyrstu umførini eins og í fleiri av venjingardystunum. Júst hetta við, tá mótstøðuliðini leggja neyvar bóltar millum málverja og verjuna hevur givið mál ella verið nær við mál fleiri ferðir. Men deyðbóltsstøður er eisini sterk síða, tá KÍ hevur deyðbóltar, tí KÍ skoraði til 2-1 uppá eitt hornasparksinnlegg, har Deni Pavlovic skallaði bóltin í málið. KÍ hevur sostatt skorað fýra av átta málum uppá deyðbóltsstøður fyrstu trý umførini.
Í seinna hálvleiki kom einki mál og fáir málmøguleikar vóru.
Bóltflytarí
Talan var um ein lítið áskoðaravinarligan dyst. EB/Streymur helt seg til ætlananina og kom ikki fram á vøllin fyrr enn 10-15 minuttir vóru eftir. Tað setur krøv til liðið við bóltinum og hendan partin við bóltinum megnaði KÍ illa hendan dystin. Tað bleiv nærum bara bóltflytarí millum miðverjar og báðar teir verjukendu miðvallarleikararnar, har Martin Gonzales úr Argentina fekk sín fyrsta dyst og var tryggur í júst hesum partinum at flyta bóltin. Men vit eru tíðliga í kappingarárinum, landsliðssteðgur hevur verið og fleiri nýggir leikarar spældu fyri fyrstu ferð á liðnum. Tað kunnu verða frágreiðingar uppá, at málverjin hjá EB/Streymi stórt sæð ongantíð hevði brúk fyri at gera nakra bjarging.
KÍ hevur fult stigatal fyri fyrstu trý umførini, men leikliga kunna KÍ-viðhaldsfólkini krevja meira sannførandi spæl enn í dag.