Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvørjir eru smakkirnir?

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  31.03.2025 - 11:23 Myndarøð Tíðindi

Okkara sansir eru mátitól, sum siga okkum, hvat hendir rundan um okkum. Sansirnir senda boð til heilan gjøgnum nervatræðrir, og heilin gevur síðani kroppinum boð um, hvat hann skal gera.

Av teimum fimm sansunum, sum vit menniskju hava, er smakkisansurin sansurin, sum mátar upployst evni. Á tunguni eru sansakyknur, sum merkja smakkin og kenna evnini aftur. Hesi boðini fara til heilan, sum sigur okkum, hvat tað er vit smakka. Smakkurin gevur okkum boð um, um evnið er eitrandi ella etandi.

Vit hava fimm høvuðssmakkir, søtt, salt, súrt, beiskt og umami. Umami er ein smakkur, sum nýligani er tikin við, og umboðar umami ræstan smakk av kjøti, fiski og osti.

Sansakyknurnar í tunguni sita saman í smakkleykum ymsastaðni á tunguni. Hesir sita uttast við, mitt á, frammi og aftast á tunguni.

Í seinastu viku hevði 6. flokkur um sansirnar, og upplagt var tí at royna smakksansin. Næmingarnir fingu eitt ark við eini tungu á og skuldu so royna ymsu evnini og skriva á arkið, hvar tey smakkaðu ymsu evnini. Hetta var ein stuttlig uppgáva, og áhugavert var at síggja, hvar á tunguna, næmingarnir merktu smakkirnar.

Á borðinum stóð sukur, salt, grape, sitrón og ræstur ostur.

Ástøði sigur, hvar smakkleykirnir fyri ymsu smakkirnar sita, og so varð samanborið. Flestu næmingarnir høvdu sett smakkirnar í sama stað sum ástøði, men tað kann eisini vera torført at merkja smakkin á røttum stað, tá allir smakkirnir verða royndir í sama umfari.

Her skulu vit ikki lýsa fyri fronskum hotdog, men tað sigst, at ein verður, sum inniheldur allar grundsmakkirnar, er ein smakkgóður verður. Ein hotdog inniheldur nemliga allar grundsmakkirnar, søtt, salt, súrt, beiskt og umami.

Hetta var ein verkligur/ástøðiligur og góður tími í náttúra og tøkni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík
Dynamit tekur Vágsbø